Tá spariknívurin hjá Anniku M. Jacobsen gjørdi um seg í Kringvarpinum, var Jógvan Arge millum teirra, ið var skorðin burtur.
Í Sosialinum 16. desembur segði Jógvan Arge, at seinasta orðið viðvíkjandi uppsøgn hansara ikki var sagt, og nú hevur Christian Andreasen, sakførari, sent skriv til kringvarpsstjóran vegna Jógvan Arge.
Í skrivinum til stjóran greiðir sakførarin hjá Jógvani Arge millum annað frá, at Jógvan Arge leygardagin 13. desembur varð boðsendur á fund við stjóran, at ongin dagsskrá var fyri fundin og at Jógvan Arge á fundinum fekk at vita, at hann fekk tilboð um at siga upp í móti at fáa uppsagnartreytir. Tók hann ikki av hesum, varð hann koyrdur. Sambært skrivinum fekk Jógvan Arge at vita, at hann skuldi taka støðu beinanvegin.
Hetta metir Christian Andreasen, sakførari hjá Jógvani Arge vera púra burturvið, tí tað sambært honum er í stríð við almenna setanarpolitikkin at kalla fólk til fund ein leygardag uttan ávaring og uttan álitisfólk. Eisini er tað, sambært Christiani Andreasen, í stríð við almenna rættarpraksis og almennan setanarpolitikk, at krevja, at eitt alment starvsfólk svarar beinanvegin, tá hugsað verður um valini hjá Jógvani Arge.
Fakfelag metir tað sama
Starvsmannafelagið tekur undir við Jógvani Arge og sakførara hansara. Tey hava nevniliga, á sama hátt sum Christian Andreasen, sent Anniku M. Jacobsen skriv, har tey átala framferðina hjá Kringvarpinum í hesum málið.
- Valið millum sjálvur at siga seg úr starvi ella fáa hoyringsskriv um uppsøgn, er sum eitt val millum uppsøgn so ella so, og tí er handfaringin av málinum als ikki í lagi, skrivar Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, millum annað í skrivinum.
Christian Andreasen vísir í brævinum eisini á, at Kringvarpið hevur lagt trýst á Jógvan Arge, tí hann skuldu svara beinanvegin. Í sama viðfangi metir hann tað vera ivasamt, um tað yvirhøvur er loyvt hjá einum almennum myndugleika, at gera avtalur um uppsøgn, um álitisfólk ikki er til staðar.
Ógreið orsøk
Sambært Jógvani Arge, var orsøkin til, at hann skuldi gevast í Kringvarpinum, ið leiðslan greiddu honum frá 13. desembur, at hann var so lítið á programminum. Tá grundgevingar fyri uppsøgnum vóru framlagdar á fundinum 16. desembur varð sagt, at leiðslan hevur miðað eftir at hava starvsfólk, við breiðum førleika.
Tað er hetta, Christian Andreasen ikki megnar at fáa at hanga saman, tá Jógvan Arge, eftir vera farin frá programleiðari, varð settur sum serfrøðingur.
Tað kemur Christiani Andreasen dátt við, at orsøkin til uppsagnirnar 16. desembur ikki vóru tær somu sum 13. desembur. Samstundis sum hann ikki metir orsøkina vera ítøkiliga tá so stórt ósamsvar er.
- Eg skal gera vart við, at Jógvan hevur eitt lógarfest krav uppá eina ítøkiliga grundgeving fyri, hví hann sum tann einasti journalisturin er uppsagdur á stovninum, og hví hann sum tann einasti var sagdur úr starvi á dokumentardeildini, skrivar Christian Andreasen í brævinum.
Krevja endurskoðan
Í sama viðfangi ivast hann í, um ósakligar grundgevingar veruliga eru til grund fyri, at Jógvan Arge er sagdur úr starvi.
- Eg fari við hesum at biðja um at fáa eina nýggja hoyringsfreist, soleiðis at freistin verður 4 vikur eftir, at eg havi fingið nærri ítøkiligar grundgevingar, krevur Christian Andreasen eisini í brævinum.
Øll tey uppsøgdu í Kringvarpinum hava somuleiðis gjørt eina viðmerking, har tey krevja, at uppsagnirnar verða endurskoðaðar. Henda viðmerking frá starvsfólkunum er at finna á síðu 16 í dagsins Sosiali.
Roynt hevur verið at fáa fatur á Anniku M. Jacobsen, men hetta hevur ikki borið til.