Jógvan Gerðalíð 90 ár

Í morgin, leygardagin 26. august, verður Jógvan Gerðalíð í Klaksvík 90 ár


At Jógvan framvegis er virkin sæst eitt nú í, at hann í summar hevur sligið nógvar teigar í Gerðabø.
                      Jógvan er klaksvíkingur. Hann er føddur í Gerðum, og har hevur hann búð mest sum alla sína tíð. Foreldrini vóru Malvina fødd Steffensen og ættað úr Árnafirði og Jacob Joensen, nevndur Jakku á Geilini og eisini kendur sum Sterki Jakku.
                      Jógvan er elstur av níggju systkjum: Jógvan (1916), Jacob (1919), Solborg (1920), Absalon (1922), John (1923), Erland (1926), Benjamin (1927), Karla (1930) og William (1931).
 
                      Øll uttan Solborg, sum býr í Leirvík, búsettust í Klaksvík. Fyri næstan hálvt hundrað árum síðani flutti John til Havnar, og fyri ikki so ógvuliga nógvum árum síðani búsettist Willi í Hirtshals. Absalon og Erland eru ikki á lívi longur.
 
                      Jógvan var í tríati árunum í Jyllandi fyri at útbúgva seg at taka við tí partinum av Niðristovufestinum, sum pápin sat við. Jógvan lærdi nógv um bóndaskap í Danmark, og bæði handaliga og andaliga var útisetatíðin við til at mynda mannin.
 
Tá ið Jógvan var heimaftur komin, fór hann eitt nú undir at bróta upp úr nýggjum. Bygdin vaks nógv, og tað var skjótt, at tørvurin á byggiøki fór við víddunum, sum høvdu verið ætlaðar til grasfløtur. Áhugan fyri at bóndast hevur Jógvan varðveitt, og at vera eysturi í Barmi, har teir hava gott hús, dámar honum framvegis ógvuliga væl.
 
Tá ið samfelagsliga gongdin avmarkaði menningina í landbúnaðinum, fór Jógvan at fáast við annað virksemi, sum so at siga var í familjuni. Farbróðurin Hugo hevði sandbát, og Jógvan var í mong ár uppi í vegagerðum og havnaútbyggingum, eitt nú saman við Dávuri Jacobsen.
 
                      Á so mongum økjum hevur Jógvan verið, og er hann fjøltáttaður maður. Hann vaks ikki upp við fartelefon, interneti og telduposti. Men tað eru nógv ár síðani, at Jógvan sum radioamatørur, ið tað varð nevnt, fór at samskifta við fólk kring knøttin. Fleiri av hesum sambondum hevur hann støðugt hildið við líka. Jógvan hevur fylgt væl við í menningini, og nú situr hann frammanfyri telduna, sendir teldupostar, skrivar í Word og leggur tilfar út á heimasíðuna hjá húsinum eysturi í Barmi, har tað ber til at síggja, at talan er um søgufróðan mann, sum eitt nú hevur skrivað um torvskurð í Barmi. At Jógvan er innarlaga í nógvum av tí, sum hevur við Barm, Gerðar og Klaksvík at gera hoyrdist nøkur ár herfyri, tá ið hann var við í fleiri áhugaverdum útvarpssendingum.
 
                      Jógvan hevur alla sína tíð verið trúfastur í Betesda. Bæði har og alla aðra staðni, har hann fær møguleikan, hevur hann verið og er hann klárur við einum uppmuntrandi orði, og honum dámar væl sang og tónleik. Hann hevur sungið í kóri og eitt skifti í seksti árunum eisini stjórna kóri.
Tað var á sangferð í Keypmannahavn í 1946, at áhugin fyri at taka upp á plátu kveiktist. Jógvan skipaði fyri, at upptøkutól varð keypt, og við hesum syrgdi hann fyri, at nógvar upptøkur vórðu gjørdar, ið eru sannur mentanarskattur. Millum upptøkurnar eru eitt nú tær við Kingo sangarum úr Tjørnuvík.
 
                      Tað hevur ligið væl fyri hjá Jógvani at seta saman og yrkja. Framúr sangirnir til serstøk høvi hava verið nógvir, og Jógvan hevur yrkt og umsett sálmar og sangir og stórslignar yrkingar til serligar løtur.
 
                      4. oktober í 1941 giftist Jógvan Astrid fødd Simonsen og ættað av Gørðum. Tey bæði bygdu í Gerðum, har hesi fryntligu og fyrikomandi hjúnini, sum hava hildið saman í hjúnarlagi í næstan 65 ár, framvegis búgva og gleðast um lívið og Skaparans gávur. Tey takka fyri, at tey framvegis eiga forrættin at vera virkin, og tey eru mong, sum fegnast um, at Astrid og Jógvan so dyggiliga eru við til at gleða og uppmuntra onnur.
 
Børnini hjá Astrid og Jógvan eru Jákup (1942), Jens Christian (1945), Øssur (1948) og Henny (1952). Jákup er giftur Lenu Joensen úr Búðunum, Jens Christian er giftur Elsebeth Joensen úr Búðunum, Øssur er giftur Helgu Hilmarsdóttir av Akureyri, og Henny er gift Bjarna Nielsen av Gørðum. Tey búgva øll í Klaksvík, og Jógvan eigur nógv abbabørn og eisini langabbabørn.
 
Føðingardagin er Jógvan at hitta heima við hús, har tað í morgin verður opið hús millum klokkan 10 og 16. Tíðliga á morgni Líradag plagar sólin at skýna úr Oyraskarði og oman á trappuna á Heygavegi 21. Um nakað samband er millum lív og levna og føðingardag, so eigur hon eisini at fara at gera tað í morgin!
 
Hjartaliga tillukku góði frændi, ynskja vit øll!                      Jóannes