Jógvan gjørdist nummar tvey

Grand Prixið í Íslandi er nú av, og føroyski Jógvan Hansen megnaði heldur ikki hesaferð at vinna kappingina. Hann gjørdist nummar tvey. Við einari frálíkari framførslu trein Jógvan Hansen í kvøld á pall í Íslendska Melodi Grand Prixinum við lagnum ?One more Day?.

 

Hóast framførslan var sera góð eydnaðist tað ikki Jógvani Hansen at vinna kappingina.

 

Sostatt er greitt, at føroyingar onga umboðan fáa í Olso seinni í ár, hóast bæði Jens Marni Hansen og Jógvan Hansen í kvøld hava verið sera tætt við.