Jógvan á Lakjuni veit ikki um hann tímir meir

Jógvan á Lakjuni vil hava sín egna flokk at koma við eini greiði fráboðan um skrásett parlag. Annars hevur hann lítlan hug at vera í Fólkaflokkinum longur

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður fyri fólkaflokkin hevur framvegis rættiliga ilt í sálini av umstrídda málinum um 266-b.

Og á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin staðfesti hann, at tað kann saktans koma har til, at hann ikki er sinnaður at halda fram í Fólkaflokkinum.

Hann segði, at hetta snýr seg um, hvørji virði, flokkurin skal byggja á og, hvørvi virði, samfelagið skal byggja á.

- Eru vit samd um, at samfelagið skal byggja á kristnu lívsvirðini, so skulu vit halda okkum til kristnu lívsvirðini.

Jógvan á Lakjuni staðfesti eisini, at tað ger honum framvegis rættiliga ilt av, at ein partur av Fólkaflokkinum hjálpti til at fáa grein 266-b samtykt í Løgtinginum.

Samstundis ásannaði hann, at hetta málið er farið.

Hinvegin var hann eisini sannførdur um, at 266-b bara var eitt stig á leiðini og at hetta fer at føra meiri við sær.

Í hesum sambandi ivaðist hann ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn uppskot kemur fram um at loyva skrásettum parlagi.

- Tað er heilt týðiligt, at eitt mál, sum 226-b flytir atkvøður og hann spurdi um ein orsøk kann vera, at flokkurin hevur eina ov ullinta støðu til hesi viðurskiftini.

Hann spurdi um hetta kundi vera orsøkin til, at fólkaflokkurin hevði mist atkvøður so nógvar atkvøður til Miðflokkin.

Jógvan á Lakjuni segði, at í hesum sambandi má Fólkaflokkurin gera sær greitt, hvørjum hann stendur fyri á hesum øki.

- Vit vera noydd at seta nøkur mørk, tá ið tað kemur til tey etisku virðini og vit eiga at boða greitt frá, at Fólkaflokkurin er ímóti skrásettum parlagi.

Og hann legði afturat, at tann, sum ikki tekur undir við eini slíkari fráboðan, eigur rætt og slætt ikki at stilla upp fyri Fólkaflokkin.

Hann staðfesti eisini, at vit eiga ikki at blanda kristindóm og politikk saman, men tað, vit standa fyri, tað standa vit fyri og byggja vit á kristnu virðini, eiga vit at tora at siga tað og at standa við tað.

- Vit eiga at hava eina greiða meining um alskyns viðurskifti, men vit eiga at hava eina greiða meining og vit eiga at vera samd um okkara støðu.

Jógvan á Lakjuni segði, at endar tað við, at hann stillar upp aftur, vil hann fegin hava, at hann kann boða frá í valstríðnum, at Fólkaflokkurin er ímóti skrásettum parlagi.

- Eg vil gjarna heita á Fólkaflokkin um at vit taka greiða støðu í hesum máli, annars havi eg lítlan hug at vera við, staðfesti landsstýrismaðurin fyri Fólkaflokkin.

Hann staðfesti kortini, at hetta var ikki fyri at vera ímóti nøkrum samfelagsbólkum.

Jógvan á Lakjuni nevndi eisini spurningin um fría fosturtøku sum eitt etiskt mál, sum flokkurin eigur at hava eina greiða støðu til ístaðin fyri at halta til báðar síður, akkurát sum í málinum um 226-b.


Ganga neyvan Jógvani á møti

Hinvegin er onki, sum bendir á, at Jógvan á Lakjuni fær eina slíka greiða fráboðan frá Fólkaflokkinum.

Ein fundarmaður førdi fram, at tað kann eisini styggja ungar veljara burtur at taka so harðliga frástøðu frá 226-b, tí tey ungu fylgja við tíðini. Og tað kann ikki vera Fólkafloksins politikkur, at tað ikki skal vera rúmd fyri samkyndum í Føroyum, tí vit hava brúk fyri øllum.

- Tað skal vera pláss í Fólkaflokkinum til at hava ymsar áskoðanir um hasi viðurskiftini, tí her skal vera rúmd fyri øllum meiningum.

Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, ásannaði, at tingbólkurin hevði tikið ta støðu, at hann var ímóti at seta 226-b í revsilógina.

- Men í politikki er tað so, at ein løgtingsmaður hevur bara seg sjálvan og sína egnu sannføring at standa til svars fyri. Tí ber ikki til at tvinga løgtingslimir at taka eina ávísa støðu. Tað hava vit rætt og slætt ikki rætt til, staðfesti Jørgen Niclasen.

Sjálvur er hann ímóti skrásettum parlagi, men í Fólkaflokkinum er tað sum í hinum størri flokkunum, at í etiskum málum er tað hvør einstakur tinglimur, sum atkvøður eftir síni egnu sannføring.

Men nú vit fyrireika valið, eigur greiða at fáast á slík viðurskifti fyri valið, tí eftir valið stendur tað til samvitskuna hjá hvørjum tinglimi, hvussu atkvøtt verður.