Jógvan Martin var ikki nøgdur

Tað endaði soleiðis, sum tað byrjaði, tá ið botnuppgerð í dýrdarveðrinum fríggjakvøldið var á Svangaskarði millum B68 og Skála

B68 - Skála 0-0
Dómari: Petur Reinert


Tað var langt millum upp­lagdu málmøguleikarnar. Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var tað týðu­ligt, at gestirnir av Skála kendu seg at hava vunnið eitt stig, og at teir á heimaliðnum høvdu tapt tvey stig.
Ivaleyst vera tað AB, B68 og Skála, sum fara at kapp­ast fyri at sleppa undan niður­flytingini. B68 styrkti um sína støðu í páskavikuni við at vinna 3-2 á heimavølli ímóti AB. Dreymurin og ætlanin var eisini ímóti Skála at vinna fulla úrtøku á heima­vølli. Tað eydnaðist ikki, og B68 venjarin Jógvan Martin Olsen fjaldi ikki, at hann var ikki nøgdur við tað, sum hansara menn høvdu víst:
– Serliga í fyrra hálvleiki var hetta ikki gott. Liðið var illa skipað, og tað bar við sær, at flytingarnar vóru fáar og lítið konstruktivar, og press­ið á mótstøðumenninar var ikki soleiðis, sum vit høvdu avrátt. Tað varð betri eftir steðgin, og spælararnir skulu hava rós fyri, at teir tá vístu rætta hugburðin. Vit megn­aðu tá at samanspæla betri longri frammi á vøll­inum. Men vit mugu bara staðfesta, at vit hava trupul­leikar, tá ið tað snýr seg um at spæla okkum til mál­møgu­leikar og at skjóta mál. At vit ikki megnaðu tað í hesum dystinum er eitt vónbrot, sigur B68 venjarin Jógvan Martin Olsen, sum ikki heldur, at mótstøðuliðið nakrantíð hótti heimaliðið.
– Teir hava proklamerað, at teir ætla at spæla álops­fótbólt. Í kvøld vóru teir ógvu­liga verjukendir, sigur B68 venjarin.
Skála venjarin Eliesar Olsen var ikki misnøgdur við, at hann og spælararnir høvdu eitt stig í viðførinum yvir um aftur fjørðin. Hann segði seg duga at síggja glottar, men kortini var hann ikki treytaleyst nøgdur:
– Hetta var fyrsta ferðin í ár, at einki mál fór ígjøgnum hjá okkum. Hóast teir høvdu bóltin meiri í 1. hálvleiki, so vóru vit vandamiklari. Eftir steðgin vóru teir vanda­mikl­ari. Vit kenna okkum at hava vunnið eitt stig, men okkum manglar at vinna fulla úr­tøku. Tað mugu vit gera, um vit skulu lyfta okkum úr støðuni, har vit nú eru, sigur Skála venjarin. Hann rósti málverjanum fyri gott avrik:
– Báðir málverjarnir hjá okkum eru plágaðir av vødda­skaðum. Mark Ryutin spældi, hóast hann ikki var førur fyri at skjóta málspark. Hann er stórur styrkur, bæði tá ið lagt verður innfyri og í ein móti einum støðum.