Allir hinir flokkarnir ganga sambært kanningini aftur. Størstu afturgongdina hevur Javnaðarflokkurin, sum fer frá 17,7 til 15 prosent, og tað kostar flokkinum eitt umboð í býráðnum, tí Sjálvstýrisflokkurin fer fram um Javnaðarflokkin og vinnur annan sessin frá flokkinum.
Fólkaflokkurin gongur eitt vet aftur úr 41,5 til 41 prosent og varðveitir síni fimm umboð.
Sambandsflokkurin gongur 2,2 prosentstig aftur úr 11,2 til 9, men varðveitir sín sess.
Javnaðarflokkurin fer úr 17,7 til 15 prosent og missir annan sessin.
Sjálvstýrisflokkurin, sum fer úr 10,2 til 17 prosent fær eitt umboð afturat og hevur nú tvey sambært kanningini.
Tjóðveldi varðveitir síni bæði umboð. Flokkurin fer úr 19,4 til 19 prosent sambært kanningini.