Jóhan Hendrik verður dómari

30 ára gamal miðvingur fer at døma finaluna millum EBS/Skála og HB

Tað verður 30 ára gamli Jóhan Hendrik Ellefsen, sum verður dómari, tá ið EBS/Skála og HB klokkan 17.30 fara at spæla finalu í steypakappingini hjá kvinnum.

Jóhan Henrdik Ellefsen dømir mest sum fast í næstbestu deildini hjá monnum, og hann man ikki vera so langt burtur frá at fáa møguleikan at døma í bestu deildini.

 

Sambært yvirlitinum á faroesoccer.com hevur hann ikki áður dømt nakran dyst í kvinnukappingini.

 

Í summar royndi Jóhan Hendrik Ellefsen seg fyri fyrstu ferð sum dómari í altjóða kapping. Stutt eftir ólavsøku dømdi hann í NM fyri U17 landslið. Kappingin var í Íslandi, og Jóhan Hendrik var dómari í tveimum dystum – Ísland-Pólland, sum var gestaluttakari, og Svøríki-Finnland.

 

Hjálpardómarar vera Regin Eghold og Dánial E. West. Fjórði dómari verður Óli G. Samuelsen.