Jóhan Petur á Stongum: KÍF er favorittur

Flogbóltur: Upptak til hálvfinalu í steypakappingini hjá kvinnum

Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypakappingin í flogbólti. Hjá monnum eru dystirnir ÍF-SÍ og Fleyr-Ternan. Hjá kvinnum eru dystirinir Fleyr-TB og SÍ-KÍF. Venjarin hjá SÍ kvinnunum heldur, at KÍF er favorittur at koma í finlauna.

 

Les eisini: Upp á tíðina, at vit eru við aftur

 

- Sjálvandi fara vit inn fyri at vinna, men tá vit nú eru í einum ættarliðsskifti og møta upp við einum liði, har níggju spælarar eru 15 ár og yngri, er ikki realistiskt at rokna við at vit eru favorittar, sigur Jóhan Petur á Stongum, venjari hjá SÍ og leggur afturat:

 

- Vit skulu gera tað besta vit duga. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Gera vit tað, so kann eingin harta okkum fyri ikki at hava roynt. Men vit hava eitt sterkt mótstøðulið, sum hevur royndir, og tí er tað KÍF, sum má bera tann favorittleiklutin, sigur Jóhan Petur á Stongum.

 

SÍ spælir móti KÍF í høllini á Hálsi leygardagin klokkan 15 í seinnu hálvfinaluni.

 

Ongin lættur dystur

KÍF er væl fyri og hevur vant kropsliga venjing longu í summar. Liðið er eisini vækl samanspælt og tí verður eisini rokað við, at KÍF er favorittur, men Ragnar í Haraldstovu vil als ikki hoyra talan um lættan dyst.

 

- Tú fært meg ikki at siga, at vit rokna við einum løttum dysti. SÍ hevur klárað seg øgiliga væl hetta kappingarárið - serliga í seinastuni. Tí vita vit, hvat tær eru førar fyri, og tað krevur, at okkara leikarar eru til dystin fús, sigur Ragnar í Haraldsstovu heimasíðuna hjá flogbóltssambandinum.

 

KÍF og SÍ hava hitst einaferð í hesum kappingarárinum. Í Kollafirði í landskappingini seinast í november. Ta ferðina vann KÍF 3-1. Síðan kappingin byrjaði aftur fyrst í januar, hevur KÍF vunnið tríggjar av fýra dystum. SÍ hevur vunnið allar sínar fýra.

 

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá teimum vaksnu verða spældar í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 11. februar 2017.

 

Dystirnir eru hesir:

Kvinnur:

Kl. 13.00 Fleyr – TB

Kl. 15.00 SÍ – KÍF

 

Menn:

Kl. 17.00 ÍF – SÍ

Kl. 19.00 Fleyr – Ternan