Jóhanna varð ritstjóri

Føroyskt Lógar Rit valdi á aðalfundi mánakvøldið tann 24. mai nýggja ritstjórn. Nýggjur ritsjóri er 32 ára gamla Jóhanna Arge, løgfrøðingur, sum til dagligt starvast í Innlendismálaráðnum.
- Ætlanin er at halda áfram við tí, sum hevur verið gjørt. Miðað verður eftir at útgeva tilfar, sum fyrst og fremst er viðkomandi fyri føroyska løgfrøði, og í komandi riti verða greinar um millum annað fyrisitingarrætt og um heimildirnar, sum tingið letur landsstýrisfólkum at gera kunngerðir, sigur Jóhanna Arge, nýggjur ritstjóri á Føroyskum Lógar Riti.
Hon leggur afturat, at málbólkurin hjá tíðarritinum fyrst og fremst er løgfrøðingar og stjórnmálafrøðingar, og at tað er eitt akademiskt tíðarrit. Í fjør vórðu 230 síður givnar út.
Í ritstjórnina skulu umframt ritstjóra veljast fýra lógar- ella stjórnarkøn.
Í ritstjórnini sita nú Bárður Larsen, Birita S. Samuelsen, Bogi Eliasen, Sigmundur Ísfeld, Rúni Rasmussen, og Jóhanna Arge.
Bárður Larsen, Jóhanna Arge og Sigmundur Ísfeld stillaðu uppaftur, meðan Birta Biskopstø og Kári á Rógvi ikki ynsktu at taka við afturvali.
Endamálið við Føroyskum Lógar Riti er at vera eitt óheft løgfrøðiligt tíðarrit, ið fyrst og fremst útgevur tilfar, sum er viðkomandi fyri føroyska løgfrøði. Ætlanin er eins og undarfarnu trý árini at geva trý rit út í 2004, og væntandi verða kjakfundir eisini á skránni.
Jóhanna Arge sigur, at nógv tilfar verður at síggja um grundlógarálitið, sum varð kunngjørt á flaggdegnum. Hon sigur eisini, at tikin verður upp ein nýggjur táttur, har tingfólk fara at seta fram sjónarmið um eitthvørt, ið hevur við lóggávuarbeiði teirra at gera. Hesin tátturin skal eita "Tankar av tingi."

hkm