Jóhannes Hansen, sum i gjár varð álopin av trimum ungum dreingjum, 16-18 ára gomlum av øðrum etniskum uppruna enn danir, er í kvøld stabilur.
Frá familjuni frættist, at Johannes Hansen er skannaður, og staðfest er ein blóðsamling í høvdinum. Trýstið verður mált javnan og er normalt.
Læknarnir siga, at ætlanin er at vekja Johannes Hansen einferð seinni í kvøld.