Nakrir mans eru farnir yvir til Onglands eftir grótbátinum »Siri«, sum Højgaard & Schults seldi til Onglands fyri góðum tveimum árum síðani.
Grótbáturin hevur verið brúktur í ymiskum arbeiðum í Suðuronglandi, men um stutta tíð verður hann so aftur í Føroyum.
Bygdur í 1989
Højgaard & Schults læt »Siri« byggja í 1989 og var báturin brúktur í arbeiðinum at gera Hests havn og Gomlurætt. »Siri« lastar góð 250 kubikk ella góð 400 tons, og J. & K. Petersen hevur keypt bátin fyri einar 4 mió. kr.
Felagið J. & K. Petersen skal brúka »Siri« í arbeiðinum at dýpa Klaksvíkar havn, og John Petersen sigur, at síðan Prámurin sakk, hevur verið roynt eftir øðrum grótbáti, tí óhøgligt er at gera tílík arbeiði uttan ein slíkan bát. Tað vísti dýpingin av Tofta havn, sum júst er umliðin.