Jákup Andreas má metast sum ein av pionérunum innan myndir og myndatøku í Føroyum.
Á framsýningini er 25 myndir, sum eru í glasi og rammu. Talan er m.a. um landslagsmyndir, sum eru tiknar úr tyrlu og persónsmyndir.
Jákup Andreas rekur eisini Føroya Myndasavn, sum m.a. gevur út kalenaran "Føroya Myndakalendari" , sum er komin út seinastu 25 árini.
Snarskivan er opin vanligar yrkadagar frá 9-16, men hósdag frá 9-18.
Framsýningin verður á Snarskivuni restina av hesum árinum.