Herfyri boðaði B36-leikarin frá, at hann gavst at spæla landsliðsfótbólt, men nú Súni Olsen gav avboð til landsliðið, hevur Brian Kerr heitt á roynda leikaran, um at taka ein síðsta landsdyst.
Hetta hevur Jákup á Borg játtað og tískil verður hann við á ferðini til Estlands, har landsliðið spælir tann 11. august.