Við heimasíðuna hjá B36 sigur Jákup á Borg: - B36 er fyrst og fremst felagið, sum stendur mær næst, so hóast aðrir møguleikar eisini stóðu mær í boði, so var hetta ongan tíð nakað, sum eg av álvara hugsaði um.
Jákup á Borg er 31 ára gamal, og hóast hann hevur vunnið FM-heitið við báðum havnarfeløgunum, so er svongdin til fótbólt í føroyska toppinum framvegis til staðar.
- Um tað verður longu í 2011, skal eg ikki siga. Men eg haldi, at ætlanirnar hjá felagnum síggja sera spennandi út. Og við bara eitt lítið sindur av hepni ivist eg ikki í, at B36 heilt skjótt aftur er partur av avgjørda oddinum í føroyskum fótbólti, sigur Jákup á Borg við www.b36.fo.
Jákup spældi fyrsta dystin fyri besta mansliðið hjá B36 í 1996, tá hann bert var 16 ára gamal. Higartil hevur hann spælt 254 dystir og skotið 118 fyri B36. Fyri hetta hevur Jákup á Borg tvær ferðir tikið ímóti gylta skógvinum, sum eftir hvørt kappingarár verður handað besta málskjúttanum i Føroyum.
Jákup á Borg hevur spælt 70 landsdystir fyri Føroyar.