B36 tapti 2-0 ímóti Víkingi í Sarpugerði í dag. Hetta merkir, at árstalsfelagið ikki hevur nakran møguleika at náa bronsuplássinum í deildini. Tó er eiheldur møguligt, at B36 missir plássið sum nummar fýra í deildini, og harvið er greitt, at B36 endar nummar fýra og spælir evropeiskan fótbólt í 2017.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Tróndur Arge gjørdi við leikandi hjálparvenjaran hjá B36, Jákup á Borg. Jákup á Borg iðrar seg um, at B36 ikki gagnnýtti sínar møguleikar í dag, men hann heldur kortini, at Víkingur er ein virðiligur føroyameistari treytað av, at Víkingur vinnur ímóti AB komandi leygardag.
Jákup á Borg sigur eisini, at hann ætlar sær at spæla við leygardagin, tá ið B36 spælir sín seinasta dyst í hesum kappingarárinum á heimavølli ímóti TB. Hetta verður síðsti dysturin hjá Jákup á Borg í fremstu røð, tí fyrr í ár boðaði hann frá, at hann gevst eftir hetta kappingarárið.
Jákup á Borg hevur higartil spælt 391 dystir í Effodeildini og skorað 152 mál.