Jákup á Dul Jacobsen: Vit keypa jørðina ráa

Røddir eru frammi um, at jørð verður seld ov ódýr í Havn og Stóratjørn verður nevnd. Jákup á Dul Jacobsen heldur t.d. vera av stórum týdningi at nevna, at talan er um jørð, ið ikki er gjørd byggibúgvin

Kári á Rógvi, løgfrøðingur og formaður í Óðalsfelagnum, nevnir í grein, at jørð í Havn og í miðstaðarøkinum verður seld ódýr, og hann nevnir í hesum sambandi ætlanina við Stórutjørn.
Vit hava biðið Jákup á Dul Jacobsen, stigtakara til Stórutjøn verkætlanina, um eina viðmerking.
Jákup á Dul Jacobsen metir, at nakrar síður av hesi søk so avgjørt eiga at havast í huga.
- Fyri tað fyrsta fara eini tveyhundaðtúsund fermetrar burturav til golfvøll. Og til eina høll til ítrótt fara fleiri túsnund fermetrar burturav, sigur Jákup á Dul, sum tó eisini hevur annað, ið hann fegin vil undirstrika.

Rátt
- Vit keypa jørðina ráa. Tað er rá jørð, ið verður seld okkum, har tað annars er vanilgt, at talan er um jørð, ið er gjørd byggibúgvin, men her er ongin kloakk og ongir vegir. Slíkt kostar at gera, men vit keypa jørð, ið ikki er byggibúgvin, og tað er eisni vert at hava í huga, sigur Jákup á Dul Jacobsen.
Hann nevnir eisni til sammetingar, at nakað tað sama er gjørt í Reykjavík.
- Vit høvdu eina hugmynd og fóru til myndugleikarnar í Reykjavík. Her var talan um eina hugmynd, ið vit høvdu goldið einar 10 milliónir fyri at menna, vísur hann á.

Hví ikki útjaðarin?
Men í hesum kjakinum ber eisini til at spyrja Jákup á Dul Jacobsen, hví hann ikki ístaðin er við til at menna útjaðaran, har hann óivað eisini hevði fingið góðar sømdir, og harafurat eisini stuðlaði orðaða útjaðarapolitikkinum?
- Tað er tað við slíkum ætlanum, sum Stórutjørn, at hetta má hanga saman fíggjarliga. Til dømis eitt vatnland. Har má ein hava allar Føroyar við, annars ber tað seg ikki. Við góða sambandinum í Føroyum í dag, so hava 90% av føroyingum ein hálvan tíma til Havnar. Tað er líka Suðuroyggin og onkur afturat, ið ikki fæst við, sigur Jákup á Dul.
- Fólk koma, har fólk eru, og har menning er. Neyðugt er eisni at hava ein miðdepil, ein kjarna, og um Havnin blómar, so blóma bygdirnar eisini. Í Hvussu er tær, ið eru á leiðini við Havnina, vísur hann á.

Gera klárt til Stórutjørn
Um sjálva ætlanina Stóratjørn sigur Jákup á Dul Jacobsen, at nú er komið so mikið langt, at klárt er at tekna.
- Jú, vit gera okkum klár at fara í gongd, sigur Jákup.
Hann sigur, at nógvir fyrispurningar hava verið og tá hann verður spurdur, um hvør tað er, ið spyr seg fyri, so sigur hann, at tað er mest fólk, ið vilja gera okkurt á økinum, hava virksemi ella hava eina hugmynd um okkurt, ið vantar á økinum.
Men hvussu viðvíkjandi íbúgvum?
- Ja, har eru tað kanska fleiri eldri fólk, enn eg havði væntað. Men í Íslandi er eisini vanligt, at tey eldru selja húsini og havan rundanum, og nýta peningin øðrvísi, t.d. ferðast tey meira. Men eg hugsi mær, at talan verður um eitt bland av eldri fólki og barnafamiljum, og tí er eisni umráðandi við tilboðunum, so sum høll til ymisk ítróttartilboð, sigur Jákup á Dul Jacobsen.