Jákup er "Ársins borgari 2012"

Lions Club Tórshavn hevur valt at heiðra Jákup N. Olsen, formann í Krabbameinsfelagnum, sum "Ársins borgari 2012". Hann fær henda heiður fyri sítt áhaldandi ídni sum formaður í felagnum, ið er eitt av hjartabørnunum hjá Lions, ið eisini var við til at seta felagið á stovn.

Jákup kom í nevndina í Krabbameinsfelagnum í 1985 og gjørdist formaður í 1996. Sostatt hevur hann skjótt 27 ár á baki sum nevndarlimiur og 16 ár sum formaður, og hevur felagið upplivað stóra framgongd hesi árini, harav kanska tey síðstu hava verið serliga hendingarrík.

Undir hansara leiðslu og saman við stýri og medarbeiðarum hevur Krabbameinsfelagið vunnið sær sjálvstøðugan limaskap, bæði í norrøna og evropeiska felagsskapinum, har Jákup N. Olsen í løtuni ávikavist er formaður og nevndarlimur.

- Millum fleiri stórar hendingar í hansara formanstíð er landsinnsavningin "Føroyar móti krabba", sum varð gjøgnumførd á heysti 2009 við stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har tónleikarar og onnur listafólk settu sín dám á beinleiðis sendingina í Kringvarpinum.

Tað skrivar Krabbameinsfelagið á síni heimasíðu.

Lagt verður aftrat, at hetta átak var samstarv við nógvar partar, og tá avtornaði, gav innsavningin meira enn fimm miljónir krónur, sum er so stór upphædd, at skuldi ein tilsvarandi innsavning í Danmark lutfalsliga givið tað sama, skuldi so nógv sum ein hálv miljard komið inn.

Jákup N. Olsen hevur á lítlari samkomu í Lions Club Tórshavn fingið handað heiðursbræv, ið grundgevur fyri, hví hann er kosin "Ársins borgari 2012", umframt eina lítla peningagávu, ið fylgir við heiðrinum.

Á myndini er tað Heini Olsen, sum vegna Lions Club Tórshavn handar formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákupi N. Olsen, eitt innrammað heiðursskjal, ið staðfestir, at Jákup er "Ársins borgari 2012".