Superliga
Jákup Mikkelsen var á áskoðaraplássunum, tá Herfølge sunnudagin spældi 1?1 á heimavølli ímóti OB.
? Undir venjingini leygardagin fekk eg eitt spark í annan tummulin. Tað hevði nógva pínu við sær, tummulin gjørdist óliðiligur, og tískil var tað ikki hugsningur um at spæla sunnudagin. Aftaná dystin móti OB var eg hjá læknanum, og hann mest sum gav mær lyfti um, at tað ikki verður nakar trupulleiki hjá mær at spæla í Athen hósdagin, sigur Jákup Mikkelsen.
Herfølge fer í dag úr Danmark og til Athen, har dysturin í UEFA Cup verður ímóti AEK hóskvøldið.
Jákup Mikkelsen rósar Claus Udengaard, sum loysti føroyska landsliðsmálverjan av millum stólparnar ímóti OB:
? Hann hevði fleiri góðar bjargingar, tá mótstøðumenn vóru leysir frammanfyri honum, sigur Jákup Mikkelsen.
Tað skilst á donskum fjølmiðlum, at veikleikin hjá eykamálverjanum er, at hann ikki er nakar serligur fótbóltsspælari. Verjan plagar at hava ein góðan fótbóltsspælara í málinum, men sunnudagin kundu teir ikki gera so nógv av at spæla aftur til málverjan, sum teir plaga at gera.
Málini
Herfølge stríddist rættuliga fyri søkini. Meistararnir eru undir niðurflytingarstrikuni, og tað kennist aftur í stuðlinum, sum teir fáa frá áskoðarunum. Hann er nógv minni nú, enn hann var hugaligu dagarnar tíðliga í summar. Sunnudagin vóru bara 1.688 áskoðarar á Herfølge stadion. Teir frøddust um, at heimaliðið legði seg á odda í 34. minutti. Chris Hermansen, sum ikki hevur verið sannførandi, síðani hann kom aftur úr AB, skoraði fyri aðru ferð upp í slag. Hann snaraði um seg sjálvan í brotsteiginum og sendi flatt í málið.
Á tímaslagnum javnaði OB við brotssparki. Herfølge málverjin tók beinini undan OB álopsmanninum, Søren Andersen. Álopsmaðurin megnaði at koma á føtur aftur og senda bóltin í málið, men dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Í tí førinum varð hildið, at dómarin gjørdi tvey mistøk. Annað var, at hann ikki skuldi havt bríkslað fyri brotssparki, men heldur skuldi havt bíðað og sæð, hvussu støðan fór at taka seg upp. Hitt var, at tá hann hevði bríkslað fyri brotssparki, so skuldi hann ikki givið málverjanum gula kortið, men heldur tað reyða, tí hann tók upplagdan málmøguleika frá OB.
Eingin Johan
Føroyski landsliðsmaðurin Johan B. Hansen var ikki at síggja á OB liðnum. Eftir at Johan hevur verið fastur fúsur í OB verjuni í nógvu teimum seinastu dystunum, hevði venjarin, Troels Bech, hesa ferð valt at hava Johan á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Tað varð ikki tosað nakað serligt um, at Johan ikki var á liðnum. Haraftur ímóti gjørdu donsku fjølmiðlarnir nógv burturúr, at OB hevði fingið nýggjan málverja.
Tá danska landsliðið var í Føroyum, varð nógv gjørt burturúr, at Jesper Christiansen, sum akkurát var komin í OB málið, var eykamálverji hjá Peter Schmeichel. At Morten Olsen vísti 22 ára gamla málverjanum so stórt álit hevur havt við sær, at fleiri útlendsk feløg hava víst honum áhuga. Í síðstu viku varð málverjin seldur úr OB og til Glasgow Rangers. Bæði málverjin og OB fingu fleiri milliónir burtur úr handlinum.
Hesa ferð stóð Ulrik Lind í OB málinum. Hann er omanfyri tveir metrar høgur, og í fyrstu atløgu tóktist tað ikki hava serligan týdning, at OB hevði skift málverjan út.