##med2##
B36 vann stórsigur 7-2 á B71, ið hevði stóra leikliga æru av dystinum og royndi at spæla við. Tá liðini fóru til steðgin var støðan bert 2-1 til B36, men í seinna hálvleiki lá munandi betri fyri hjá B36.
B71 - B36 2-7 (1-2)
Stefan Radosavljevic 0-1 (3.)
Brian Okpala 1-1 (18.)
Martin Agnarson 1-2 (40.)
Árni Frederiksberg 1-3 (62.)
Árni Frederiksberg 1-4 (71.)
Stefan Radosavljevic 1-5 (78.)
Hannes Agnarson 1-6 (80.)
Tijani Mohammed 2-6 (86.)
Stefan Radosavljevic 2-7 (88.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.
Jákup á Borg undirstrikar, at dysturin var munandi meira strævin enn stóri sigurin boðar frá, serliga í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki fekk B36 leikferðina og tað góða spælið at koyra, og tað fegnast Jákup stórliga um.