Jákup hevur mist verjuálitið

Vánirnar hjá Herfølge versnaðu ikki so lítið, tá tveir av stuðulsspælarunum undan vikuskiftinum skrivaðu sáttmála við AB

Í Herfølge fegnaðust teir hóskvøldið, tá tað var greitt, at donsku meistararnir fyri fyrstu ferð høvdu megnað at spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum í UEFA Cup.

Fríggjadagin snúði spenningurin seg um, hvørjum Herfølge skuldi spæla ímóti í næsta umfarinum. Luturin fall á AEK Athen. Fyrri dysturin verður í grikska høvuðsstaðnum hósdagin 26. oktober. Tað verður spælt í Herfølge 9. november.


Skelkurin

Í Herfølge og í donskum fótbólti varð tað ikki mett, at Herfølge var heppið í lutakastinum. Men prátið um lutakastið og vánirnar í næsta umfarinum í UEFA Cup druknaðu púrasta, tá tíðindini bórust um, at tveir av bestu liðfeløgnum hjá Jákupi Mikkelsen høvdu skrivað undir sáttmála við kappingarneytarnar í AB.

Talan er um verjuálitið Steven Lustü og um álopsspælaran Jesper Falck. Tá danska landsliðið 16. august vann 2?0 í Føroyum, var Steven Lustü fyri fyrstu ferð í landsliðshópinum, og hann var á vøllinum síðstu løtuna. Lustü var ikki í landsliðsferðalagnum í Íslandi, men í síðstu viku sendi Morten Olsen aftur boð eftir honum.

Jesper Falck hevur verið ein av vandamiklastu álopsmonnunum hjá Herfølge. Frammanundan at hann flutti til Herfølge, spældi hann í AB.

Steven Lustü hevur eftir flytingina til AB sagt, at hann metir seg hava betri møguleikar at vísa útlendskum feløgum sínar dygdir, tá hann spælir í AB, enn um hann framvegis hevði verið í Herfølge. Tað er eingin loyna, at verjuspælarin í Herfølge leingi hevur droymt um at fáa møguleikan at spæla í Onglandi ella í Skotlandi.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv AB hevur keypt teir báðar fyri. Tað einasta, sum er upplýst, er, at tilboðið var so mikið gott, at Herfølge, sum ? sammett við fleiri onnur feløg í superliguni ? ikki er serliga væl fyri, ikki hevði møguleika at siga nei takk.


Nýggju menninir

Peter Frank flutti fríggjadagin úr AB og til Herfølge. Hann hevur áður spælt í Herfølge. Tá hann vildi royna seg uttanlands, fekk hann møguleikan i eysturríkska Strasbourg, og síðani gekk leiðin til AB.

Í Herfølge rokna teir við at fáa ein annan nýggjan spælara á liðið heilt skjótt. Talan er um Thomas Christensen. Hálvi spaniumaðurin og hálvi danin hevur leingi vant við Herfølge, men tað hevur ikki borið honum til at spælt við, tí spæliloyvið hevur verið hjá Panionios í Grikkalandi. Felagið hevur ikki hildið sínar skyldur yvirfyri spælaranum, sum hevur stevnt fyri at fáa pengar og fyri at fáa loyvi at spæla fyri onnur feløg. Rættarsakin er ikki liðug, men í Herfølge hildu teir seg í gjár hava grundarlag at rokna við, at søkin verður liðug í vikuni.

Thomas Christensen er uppvaksin í Keypmannahavn. Mamman er sponsk, og pápin er danskur. Barcelona keypti nú 27 ára gamla spælaran fyrsti í níti árunum. Tað gekk skjótt. Thomas Christensen fekk møguleikan á spanska landsliðnum, hann valdi tann møguleikan framum kanska eina ferð seinni at fáa møguleikan á danska landsliðnum, men so vendi. Barcelona var ikki so áhugað, landsdystirnir gjørdust bara tveir í tali, og eftir at hava skift felag í Spania fleiri ferðir endaði nýggi Herfølge maðurin í grikskum fótbólti.

Í donsku fjølmiðlunum verður mett, at fyritreytirnar hjá Herfølge í UEFA Cup og superliguni eru nógv verri nú, enn tær vóru undan søluni og keypinum. Tað er ikki loyvt hjá Herfølge at brúka Thomas Christensen í UEFA Cup.