Vikuskiftið 29. og 30 mai varð FM í billard fyri einstaklingar spælt. Kappingin í ár varð hildin í Havnar Klubba, og bleiv hon nakað seinka, eftir at Covid-19 hevði gjørt um seg.
Í bólkaspælinum til finaluumfarið høvdu átta spælarar kvalifiserað seg, og fríggjadag bleiv kappast um at fáa pláss í báðum hálvfinalunum, sum vóru leygardagin. Bólkur 1 varð mannaður av Halli Joensen, Kristian Suna Høgnesen, Dánial Paula Joensen og Urbanusi Olsen. Bólkur 2 varð mannaður av Páll Hera Nolsøe, Jákupi Baldvinsson, Jógvani Jørgensen og Niels Nielsen.
Kappingin gjørdist spennandi og tað varð spælt á høgum stigi, hóast tað hevur verið steðgur í longri tíð. Tá avtornaði høvdu úrslitini lagað seg so, at Kristian Suni Høgnesen og Jákup Baldvinsson høvdu spælt seg til tað fyrru hálvfinaluna, meðan Urbanus Olsen og Páll Heri Nolsøe høvdu spælt seg til tað seinnu hálvfinaluna.
Spennandi hálvfinala
Fyrra hálvfinalan gjørdist ein sannur gysari, millum tvær kempur í føroyska billard spælinum. Tað sást greitt, at royndi klaksvíkingurin, Kristian Suni Høgnesen, var motiveraður frá byrjan. Hann legði hart út, og longu eftir trý umfør, hevði hann spælt eina seriu uppá 232. Jákup Baldvinsson, so stinnur sum hann er, fekk eina heldur svikaliga byrjan, men gjørdi bart og kom sterkt aftur. Eftir níggju umførð megnaði Jákup at lukka dystin, soleiðis at úrslitið gjørdist Kristian Suni Høgnensen 416 – Jákup Baldvinsson 500.
Seinna hálfinalan bleiv ikki líka spennandi. Páll Heri Nolsøe vann ein sannførandi sigur. Hann náddi at lukka dystin eftir 10 umfør, soleiðis at støðan gjørdis Páll Heri Nolsøe 500 – Urbanus Olsen 186.
Finalan
Finalan, sum varð millum Jákup Baldvinsson og Páll Hera Nolsøe, bleiv spæld leygardagin. Hetta er fjórðu ferð teir møtast í einari FM finalu, og sigast kann, at allar hava verið líka væl spældar. Hesaferð bleiv heldur onki undantak.
Páll Heri kom best frá byrjan, og var frammanfyri fyrstu umførðini av dystinum. Eftir fýra umfør var støðan 322 – 164 til Páll Hera. Tað tók eina løtu til Jákup fekk gongd í spælið, men longu eftir seks umfør hevði Jákup hálað seg inn aftur, og hevði lagt seg á odda.
Tey seinnu umførðini av dystinum góvu ikki so nógv eygu, og hetta hevði við sær, at dysturin bleiv sera tættur og spennandi. Men eftir 12 umfør megnaði Jákup Baldvinsson at lukka dystin soleiðis at úrslitið gjørdist 500 – 478.
Jákup Baldvinsson spældi FM finalu á fyrsta sinnið í 2013, og hevur verið í finaluni hvørt ár síðan tá. Harav hevur hann vunnið seks av teimum. Hann er nú eitt FM heitið aftanfyri Kristian Suna Høgnesen og Henrik Petersen, sum hava vunnið flest FM heitir tilsamans. Dysturin um triðja plássið bleiv vunnin av Kristian Suna Høgnesen.