Jákup er sonur Malvinu, f. Steffensen úr Árnafirði og Jákup Joensen, bónda í Gerðum í Klaksvík.
Hann er giftur Steinvør, dóttir Olevinu og Heina Heinesen úr Kunoy. Tey eiga 3 børn. Leivur, giftur Áslu við Keldu í Klaksvík. Ingun gift Martin Jacobsen úr Vatnsoyrum og Anna Maria, gift Pól Poulsen úr Ljósáum. Næstelsta barnið, Heini føddur í 51, doyði bert 9 mánaðar gamal.
Abbabørnini eru 6 í tali, Steinvør, Theodor, Jákup, Sigmund, Andrias og Andru. Lítla langabbadóttirin eitur Rebekka Fonn.
Í nøkur ár sigldi Jákup við fiskiskipum, til hann í 1948 byrjaði at sigla við posti fyri Hugo Gardar. Har var hann til 1970, tá hann fór at sigla við Ternuni um Leirvíksfjørð.
Jákup er av arbeiðsamastu monnum. Hann er kendur fyri at verða framúr kvikur maður, og á fjalli kom eingin honum nær í hegni og skjótleika.
Í sjómansskapi er hann millum teir frægastu. Hann var sera hegnigur og legði nógv fyri, tá tað galt um at fáa post og vøru í land á brimplássum. Nógv eru tey, børn og kvinnur, ið hava fingið hjálp og troyst frá Jákupi, tá sjóverkur og ótti gjørdu um seg.
Eitt av talentunum, Jákup fekk í vøggugávu, eru evnini at gera stuttligar viðmerkingar. Ta gávuna hevur hann ikki grivið niður, men gevur av henni til gleði fyri øll, sum koma á hansara leið.
Tann 23. oktobur 1966 var ógvusligt brim í Leirvík. So stór vóru óløgini, at tey tóku bilarnar sum svávuleskjur út á sjógv. Ein maður var í einum av bilunum, men hann varð tíbetur bjargaður. Nakað eftir hendingina, skrivar Kristan á Bakka soleiðis í Dimmalætting:
"Eg stóð og hugdi at, tá óløgini komu. Tað var eitt satt Guds undur, at eingin mansskaði varð. Eg kann, sum eldri maður her á plássinum, siga so mikið, at tað var eitt vágaverk fyri skip og ferðafólk at royna at bjarga manninum úr bilinum, meðan hann fleyt. Tað var eitt satt manndómsbragd av skiparanum, Jákupi, sum greiddi at bjarga manninum og koma so væl frá tí.
Er nakað heiðurstekin fyri bjargan av mannalívi, so meini eg avgjørt, at Jákup hevur tað uppiborið."
Tað kundi verið mangt at skriva um ein merkismann ein merkisdag. Men vit lata vera nóg mikið hesaferð og ynskja føðingardagsbarninum hjartaliga tillukku við degnum og Harrans signing á lívskvøldinum.