Jákup Johansen, 29 ár

júst útbúgvin urtagarðsmaður í Odder

Tá fólk hoyra at man arbeiðir sum urtagarðsmaður, spyrja næstan øll tað sama, kann man verða tað í Føroyum, ella hvat er tað?

Útbúgvingin til annlegsgartnara, ella á føroyskum-urtagarðsmaður innan lendisrøkt, tekur 3 ár 10 mánaðar og er ein vanlig lærlingaútbúgving. Um ein veit, at man hevur hug at verða urtagarðsmaður, kann man royna at finna eitt lærupláss í Føroyum, hetta er ikki altíð so lætt , men tað er bara at spyrja nóg ofta. Um tað ikki ikki er nakað pláss í Føroyum, noyðist man uttanlands at finna sær eitt lærupláss.

Í lærutíðini er man 5 ferð í skúla. Tilsamans eitt ár, og tað rættiliga nógv at læra. Tú skal læra plantunøvn á donskum,latíni og so eisini royna at finna tey føroysku nøvnini, annars hevur man rokning, havatekningar, kemi, enskt, uppmáling, rokniskap og nógv annað, so av og á er tað rættiliga nógv at gera.

Arbeiðið sum urtagarðsmaður er rættiliga fjølbroytt, men sjálv útbúgvingin hevur tvær rásir, ið ein skal velja ímillum aftaná umleið eitt ár í læru, og er tað nýgerð og røkt.

Tað man arbeiðir við er at leggja øll sløg av flísum og steinum til at ganga og koyra á, laga garðar og múrar, gera grasplenur, blomsturbed og annars planta øll møgulig sløg av vøkstrum, eitt sindur av timburarbeiði, fella og viðlíkahald av trø buskum/runnum, stoypa garðar og eitt nú gera nýggj spælipláss, so tað er ikki so einstáttað arbeiði.

Munurin á báðum rásunum er tann, at røktin arbeiðir meira við røktini av plantunum, meðan nýgerðrásin arbeiðir meira við tekning og nýgerð av havum, ella ger havan kláran til røktarfólkini, og er hetta arbeiðið ofta væl tyngri enn hitt.

So um einum dámar væl at arbeiða uttandura og eisini hevur hug til at seta steinar og plantur saman til eina heild, er urtagarðsmaður eitt spennandi starv.