Herfyri segði Sigfríður Clementsen, B36 venjarin, at meistaraheitið var farið norð á Mølina til EB/Streym, og seinasta leygardag gjørdi B36 EB/Streymi eina rimmar tænastu, við at lata seg eyðmýkja av klaksvíkingum í Gundadali, og harvið avskrivað seg sjálvar í oddastríðnum.
Sunnudagin hittast B36 og EB/Streymur so í Gundadali, og tá verður helst endaliga staðfest, um B36 kann melda til aftur millum tey fremstu, ella um EB/Streymur kanska fer at seta eina tjúkka striku undir, at teir eru besta liðið í føroyskum fótbólti í løtuni.
Jákup brotið nøsina
Mikudagin vóru teir báðir Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen við í landsdystinum móti Georgia. Teir spældu báðir allan dystin á tamb, men var tað ikki uttan trupulleikar, at Jákup Mikkelsen fullførdi teir 90 minuttirnar.
Einaferð miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Jákup Mikkelsen einsamallur út ímóti einum georga, sum royndi at trekkja framvið, men í staðin rakti bein hansara í nøsina á Jákup.
Eftir dystin vísti tað seg, at Jákup Mikkelsen hevur brotið nøsina, og tí ivast tey í B36 í, um landsliðsmálverji teirra verður tøkur.
Áður er sætt, at fótbótlsspælarar hava spælt við eini verndarmasku fyri andlitið, og um tað verður við eini slíkari, at Jákup Mikkelsen kemur á vøllin við sunnudagin, fer tíðin at vísa. Um Jákup Mikkelsen ikki verður við, fer ungi Jóan Pauli Jacobsen at standa millum stengurnar.
Annars lata tey úr árstalsfelagnum væl at. Bergur Midjord og Mikkjal Thomasen eru farnir at venja aftur eftir hvør sín skaða, og í mun til undanfarna dyst, so eru teir báðir Klæmint Matras og Herbert í Lon Jacobsen við aftur eftir leikbann.
Egil við og Marni úti
Hjá EB/Streymi stendur eisini heilt væl til. Einasti maðurin, sum ikki er tøkur er Marni Djurhuus. Seinasta dyst varð hann fluttur beinleiðis av vøllinum og suður á Landssjúkrahúsið, men hetta spældi alt tíbetur væl av. Tó ikki betur enn so, at Marni Djurhuus ikki verður við sunnudagin, og neyvan heldur mikudagin í móti ÍF.
Hann skal seinnapartin í dag út á Landssjúkrahúsið at taka fleiri myndir av bringuni fyri at staðfesta, hvørt hann hevur brotið okkurt riv ella ikki.
At skula vera Marna Djurhuus fyri uttan er ein eyðsýndur missur, men í Sundalagnum fegnast tey tó um, at liðformaðurin Egil á Bø er við aftur, eftir at hann var leikbannaður í móti HB.
Tað stutta av tí langa er tí, at talan verður um tvey væl mannaði lið, ið tørna til í Gundadali sunnudagin, har øll trý stigini eru av stórum týdningi fyri báðar partar, men har sundalagsmenn tó kunnu liva við einum javnleiki.
Myndatekstur:
B36 skal royna at reisa seg í dystinum ímóti EB/Streymi sunnudagin. B36 manglar helst Jákup Mikkelsen, meðan EB/Streymur má spæla uttan Marna Djurhuus