Á nýggárinum tók Krabbameinsfelagið við formansskapinum og sekretariatinum hjá Nordisk Cancer Union, ið er meginfelag fyri krabbameinsfeløgini í norðanlondum.
Hetta hendi á fundi í Álandi og á myndini er tað aðalskrivarin í svenska Krabbameinsfelagnum, Ursula Tengelin, sum handar formanninum í føroyska Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, formansskapin.
Samskipari fyri NCU-sekretariatið verður Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðingur.
Johan Poulsen, yvirlækni/urologur umboðar Krabbameinsfelagið í vísindaligu nevndini hjá NCU, ið árliga býtur út 5.000.000 krónur til gransking at granska krabbamein fyri.