Jákup og teir hava fingið góð úrslit

Fótbóltur: Julian Johnsson brúkti frívikuna frá Kongsvinger at venja í Lyngby

Síðani fyrst í hesum mánaðinum hava feløgini í donsku superliguni fyrireika seg til nýggja kappingarárið, og nú fara stig aftur at standa uppá spæl vikuskifti eftir vikuskifti og eisini onkuntíð mitt í viku.

Fyrsta umfarið eftir summarstegðin verður spælt komandi vikuskiftið. Sunnudagin klokkan 15 skulu Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge á heimavølli taka ímóti meistaraliðnum úr Aalborg, og sama dag klokkan 17.15 skulu Todi Jónsson og teir í FC Keypmannahavn á vøllin í Viborg, har fyrsta royndin skal gerast hjá høvuðsstaðarfelagnum fyri at vinna eina betri støðu enn hana, sum teir megnaðu í farna kappingarári.

Tá donsku feløgini eftir ársskiftið fara undir fyrireikingarnar til seinnapartin av landskappingini verður uttan undantak farið suður til Miðalhavið, men tá feløgini fyrireika seg til fyrrapartin av kappingarárinum eru tey øll heima í Danmark. Hetta kemst av, at fram til seinnapartin í mars er tað bara í einstøkum førum, at tað ber til at venja og spæla á grasvallunum, meðan tað eingir trupulleikar eru hesum viðvíkjandi hesa tíðina av árinum.

Feløgini spæla nógvar venjingardystir, men tað kemur næstan ikki fyri, at feløgini í superliguni spæla ímóti hvørjum øðrum. FCK spældi í síðstu viku ein venjingardyst í Norðursælandi móti einum samansettum liði. FCK vann 7-2, og Todi Jónsson skoraði eitt av málunum.

Síðani John Faxe Jensen 1. juli tók ábyrgdina av liðnum í Herfølge hava teir ikki ligið á tí løtu síðuni. Í síðstu viku spældu teir ikki færri enn tríggjar venjingardystir. Í øllum førunum var tað móti liðum úr næstbestu deildini, og í øllum førum vann Herfølge. Fyrst vunnu teir 1-0 móti Frem, og so vunnu teir 2-1 móti Glostrup IF 32. Jón Johannesen spældi við Glostrup, og John Faxe Jensen, sum hevur sett seg sjálvan á miðvøllin hjá Herfølge, skoraði sigursmálið.

Leygardagin vitjaði gamla stórfelagið Hvidovre í Herfølge. Heimaliðið vann 3-0, og Jákup Mikkelsen hevði ikki serliga nógv at gera mesta partin av dystinum. Bara ein ferð varð hann settur á eina rættuliga roynd, og hana stóð hann so mikið væl, at tað er væl skiljandi, at hann fyrr í summar varð kosin at vera besti málverjin í superliguni. Tríggir minuttir vóru farnir, tá Hvidovre fekk brotsspark, skotinum dygst niðri við stólparótina bilti einki, men Jákup Mikkelsen tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan og bjargaði.


Julian vandi í Lyngby

Í vikuskiftinum frættist at íslendingurin Stefan Thordarson ? sum er sonur estlendska landsliðsvenjaran Thordar Thordarson, ið kemur henda vegin við sínum liði í september ? er loystur frá sáttmálanum, sum hann hevur havt við Kongsvinger. Íslendingurin kom til norska felagið undan kappingarbyrjan í ár, og hann var ein av spælarunum, sum Kongsvinger vildi sleppa undan at rinda løn.

Næstsíðsta sunnudag tapti Kongsvinger á útivølli 3-2 móti Molde, sum er næstfremst í kappingini. Nú er steðgur í norsku landskappingini fram til komandi vikuskifti. Sunnudagin fær Kongsvinger vitjan av Brann úr Bergen, sum er á fjórða plássi.

Í síðstu viku høvdu spælararnir hjá Kongsvinger frí frá venjing, men í gjár byrjaðu teir aftur, og í kvøld skal Kongsvinger spæla venjingardyst á heimavølli móti skotska Celtic, sum hesa síðstu vikuna hevur verið á venjingarlegu í Kongsvinger. Fríggjakvøldið var AaB, sum í næstsíðstu viku vann 3-1 móti føroyska landsliðnum, í Kongsvinger og spældi móti Celtic, sum vann 3-0.

Hóast Julian Johnsson í síðstu viku hevði frí frá venjing í felagnum, sum rindar honum løn, so lá landsliðsmaðurin ikki bara afturá og hvíldi seg. Hann var í Keypmannahavn, og har vandi hann við superliguliðnum hjá Lyngby. Vit hava einki frætt um, at talan er um, at nakar sáttmáli skal skrivast millum Julian og Lyngby.


Heldur seg til sáttmálan

Tað verður nógv tosað aftur og fram í norsku pressuni um støðuna hjá Kongsvinger, sum við níggju stigum er aftast og er fýra stig undir Strømgodset og Moss. Millum viðhaldsfólkini eru tað mong, sum á internet heimasíðum, ið stuðla Kongsvinger, hava givið til kennar, at tey halda ikki, at tað er rætt at selja Julian Johnsson, men í tí man venjarin hava nógv at siga. Tað hevur verið mett, at venjarin, sum kom aftur í heita sessin í august í fjør, hevur hingið í einum klønum tráði, tí úrslitini hava verið alt annað enn góð, men leiðslan í felagnum hevur undirstrikað, at hon stendur aftanfyri venjaran.

Tá Julian Johnsson fyri hálvum øðrum ári síðani skrivaði sáttmála við Kongsvinger, vildi felagið hava, at sáttmálatíðarskeiðið skuldi vera trý ár. Nú vil felagið sleppa av við føroyska landsliðsmannin, og tá felagið ikki tykist áhuga í at brúka hann, so sigur tað seg sjálvt, at Julian hugsar um at finna eitt annað felag. Men tað liggur eisini í kortunum, at hann kann halda seg til sáttmálan, inntil hann hevur funnið eitt felag, har umstøðurnar ? bæði ítróttarliga og fíggjarliga ? ikki eru verri, enn tær hava verið í Kongsvinger.