Dátt komu boðini sunnukvøldið, tá Karin, systir Jákup, ringdi og segði, at nú var Jákup farin. Væl vistu vit, sum vóru Jákupi nær, at sjúkan hevði rakt hann hart og vísti onga náði.
Jákup Olsen var føddur í Havn tann 5. februar 1943, hann gjørdist sostatt bert 58 ára gamal. Hevði havt fylt 59 ár týsdagin.
Jákup og eg hava kenst frá ungum árum. Sjálvt um Jákup var eitt sindur eldri enn eg, vóru vit saman í mangari ferð. Byrjaðu hjá skótunum, gingu í sama skúla, og um vit ikki eisini báðir lærdu til mekanikarar.
Nógv var at takast við í Havnini í okkara ungu døgum. Havnin var ikki størri enn so, enn at allir ungdómar kendu hvør annan.
Best kendust vit úr Sjónleikarhúsinum, har pápi Jákup, Zahle nevndur, sat sum formaður í Havnar Sjónleikarfelag í nógv ár, og hevði sína dagligu gongd í húsinum. Har byrjaðu vit báðir tíðliga at virka, tó ikki sum sjónleikarar tá. Men hetta at hjálpa til við stólum, at fáa teir út og inn, alt eftir hvat skuldi henda í húsinum, sjónleikur, biografur ella dansur. Hetta sluppu vit ungu at taka okkum av. So ikki kann sigast annað, enn at Jákup hevur traðkað sínar barnaskógvar í Sjónleikarhúsinum.
Tíðliga gjørdi Jákup vart við seg sum sjónleikari. Ein góður sjónleikari. Longu sum 15 ára gamal var hann at síggja á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Vit hava havt ta gleði at sæð Jákup sýna fram kynstur síni í ymsum leiklutum á hesum palli ? og aðra staðir við.
Fari at nevna nøkur dømi, har Jákup so meistarliga hevur myndað leikir. Hvør minnist ikki Skipið, Gøtuna, Spælimenninar, Pinocchio, Pippi, Brim og Brúðleyp, bert fyri at nevna nakrar. Hann var við í hópi av leikum, har hann hevur spælt og glett okkum í Havn og alt Føroya fólk. Eisini spældi Jákup í Íslandi og í Danmark.
Var tað ikki á pallinum, so hoyrdist hann í hoyrispølum hjá útvarpinum. Eisini hevur hann verið við í filmum, seinasti filmurin var Barbara.
Jákup hevur eisini roynt seg sum leikstjóra millum annað í leikinum Brim og Brúðleyp.
Sum tann góði handverkarin hann var, skipaði hann fyri og smíðaði mangan pallin í Sjónleikarhúsinum. Hann var altíð við eini hjálpandi hond og einum góðum orði.
Jákup var nevndarlimur, nú hann doyði, og var næstformaður í Havnar Sjónleikarfelag í nógv ár. Serliga tók hann sær av húsaumsjónini. Hann stóð fyri marknaðardøgunum, leikum, dansi o.s.fr. og royndi av øllum alvi at skapa góðar umstøður fyri Sjónleikarhúsinum og skipa fyri soleiðis, at tað fíggjarliga hekk saman hjá húsinum.
Tað gleddi Jákup almikið, tá ferð kom á umbyggingina av Sjónleikarhúsinum. Húsið kom aftur í upprunastand. Her var smíðað og málað, og parturin hjá Jákupi lá ikki eftir. Úrslitið síggja vit í dag. Jú, Jákup var fegin um avrikið.
Í hesum døgum verður leikur settur upp í Sjónleikarhúsinum. Tann aktivitetur, sum er um leikir, ber boð um trivnað, samanhald og vinskap. Eg má siga, at saknurin er sera stórur hjá okkum, ikki at hava Jákup ímillum okkum meira.
Jákup misti konuna fyri fáum árum síðani og gjørdist sjálvur sjúkur í juli í fjør.
Tann brosandi, væltalandi og skemtingarsami Jákup er ikki millum okkum meira. Røddin er tagnað. Røddin á palli, sum hevur hugtikið havnarfólk í ártíggju, hevur sagt farvæl fyri seinastu ferð. Saknurin verður stórur hjá okkum øllum, sum hava virkað saman við Jákupi øll hesi ár, og á loftinum í Havnar kirkju er nú ein tómur sessur.
Eitt, sum sermerkti Jákup var, at hann var sera familjukærur. Pápin doyði í bestu árum, so hann var sera nær knýttur at mammu síni og systrunum. Hetta vísti hann eisini í verki í gerandisdegnum. Tað var hugnaligt at hoyra Jákup siga frá teirra uppvøkstri og samanhaldinum í familjuni.
Jákup eigur eisini 2 børn og 2 abbabørn, sum hann gleddist um og var sera góður við.
Tað gleddi okkum, at Jákup var so birgur at koma oman í Sjónleikarhúsið á nevndarfund fyri bert fáum døgum síðan. Hann vildi heilsa uppá, áðrenn hann skuldi út á longu ferðina.
Takk góði Jákup og góða ferð. Jesus veri við tær.
Nevnd og limir í Havnar Sjónleikarfelag fara at minnast Jákup í takksemi fyri tað, sum hann hevur verið fyri okkum og okkara felag.
Í djúpari samkenslu við børn, systrar og næstringar fara vit at lýsa frið yvir minnið um okkara góða vin Jákup Olsen.
Tá títt hjarta longsul ber,
einki ynski ov stórt er.
Ynskistjørna himni á tær bíðar nú.
(Pinocchio)
Vegna Havnar Sjónleikarfelag
Heðin Mortensen, form.