Mánadagin vandi Jákup á Borg fyri fyrstu ferð við Superliga liðnum OB. Venjingin var á graslíkið, tí grasvallirnir í Danmark eru ikki í nóg góðum standi.
Í viðmerking til almennu heimasíðuna hjá OB, sigur Jákup á Borg seg vera sera væl nøgdan við umstøðurnar í OB. Hann leggur afturat, at móttøkan av honum hevur einastandandi, og at hann vónar at spæla seg til ein sáttmála í felagnum.
-Eg vóni, eg fari at standa meg væl komandi dagarnar, og so fáa vit at siggja, hvat spyrt burturúr, sigur Jákup á Borg í stuttari viðmerking á heimasíðuni hjá OB
Ætlanin er, at Jákup skal venja við OB til hósdagin. Fríggjadagin gongur leiðin til Spania við landsliðnum. Eftir venjingarleguna í Malaga, skuldi verðið greitt, um enn ein føroyingur verður at síggja fremstu donsku fótbóltsdeildini.
Mynd: jakup 1 og 2
Jákup á Borg , sum her sæst venja í OB, sigur seg vera væl nøgdan við umstøðurnar í OB
Mynd: www.ob.dk