Jákup vandi venjararnar

Leygardagin varð skeið hildið í ÍSF húsinum, har Jákup Mikkelsen og málmansvenjari hansasra høvdu skeið fyri venjarum um málmansvenjing

 

Venjing


Skeiðshølið uppi á loftinum í ÍSF var at kalla á tremur, tá Jákup Mikkelsen og Svend Knudsen fóru undir venjaraskeiðið, sum man vera eitt hitt fyrsta av sínum slag her á landi.

Venjaraskeiðini her á landi hava nú í nógv ár verið fleiri í tali, og einki er at ivast í, at hetta hevur givið føroysku venjarunum eitt nógv hollari støði at hava venjingar útfrá, men hinvegin hevur millum lítið og einki verið gjørt við serstaka fyribrigdi, sum málmansvenjingin er.

Skeiði var komið í lag, eftir at FSF um jóltíðir setti seg í samband við Jákup, fyri at vita, um møguleiki var fyri hesum. Jákup visti av, at venjari hansara, Svend Knudsen, áður hevði tosað um at fara eina ferð til Føroya, og nú, góðar tríggjar vikur eftir, varð skeiðið longu veruleiki.


Nógvir smálutir

Tá vit eftir skeiðið prátaðu við føroyska landsliðsmálverjan, var hann eisini samdur í, at hetta so avgjørt er eitt øki, sum ov lítið hevur verið gjørt við her heima.

Hinvegin er hann eisini greiður um, at tað ikki bert er ein spurningur, sum eigur at verða settur til einstøku venjararnar.

- Málmansvenjingin er ein partur av venjingini, sum víkir somikið nógv frá restini, at tað nærum ikki kann gerast við sama venjara. Hesin hevur jú gjarna eitt lið at hugsa um frammanundan, so tíðin røkkur ikki til hjá honum. Har umframt eru tað heilt aðrir lutir, sum gera seg galdandi í málmansvenjingini, og tí er neyðugu førleikin til hetta ofta ikki til staðar, sigur Jákup.

Hann vísur í hesum sambandi á, at tað eru nogvir smálutir, sum eru broyttir í málmansspælið hansara, síðani hann fyri sjey árum síðani slapp at venja við serstøkum málmansvenjara. Hann dugir ikki at seta tøl á, hvussu nógv betri hann er vorðin av at spæla í Danmark, men leggur aftur dent á, at tað eru nógvir smærri lutir, sum eru betraðir, og sum samanlagt hava gjørt hann betri.

- Tað eru somikið nógvir smálutir í málmansspælinum, sum ein venjari kanska als ikki leggur merki til, men sum ein málmansvenjari leggur seg eftir at síggja og betra. Tað eru kanska bara fetini, sum verða tikin, tá ein bjarging verður gjørd. Onnur halda kanska, at tað er í lagi bara bjargingin er har, men hinvegin er umráðandi, at hon verður gjørd á rættan hátt. Hon skal jú rigga hvørja ferð. Teknikkurin er so máta avgerandi hjá okkum, tí í lutum sum loftiteknikkur og líknandi hava vit ikki loyvi at kiksa.

- Eisini mentalt er talan um heilt aðra venjing hjá málverjanum í mun til aðrar spælarar. Vit skulu alla tíðina vera klárir, hóast vit ikki alla tíðina eru við í spælinum. Vit kunnu ikki, sum útileikararnir kunnu, arbeiða ella takla okkum inn í dystin. Har er kontant avrokning hvørja ferð, og tað krevur so aðrar eginleikar, enn teir hjá útileikarum.


Tiltrongt

Júst tí venjingin og einstøku lutirnar innan málmansstarvið eru so serstakir, heldur Jákup eisini, at best hevði verið, um tað vóru fyrrverandi málverjar, sum vórðu uppaldir til málmansvenjarar.

- Hesir duga nógv betri at seta seg inn í støðuna hjá málverjunum, og duga tí eisini betri at síggja, hvørjum lutum arbeiðast skal við.

Hann ivast ikki í, at hóast talan ikki var um so nógvar málverjar, sum um vikuskiftið vóru á skeiðnum, so er hetta eitt stig á røttu leiðini, um støðið á málverjunum skal betrast.

- Eg havi eisini fingið tað fatan, at hetta er eitt øki, sum FSF ætlar sær at gera meira burtur úr framyvir, og tað er so avgjørt neyðugt. Eisini fyri at gera komandi landsliðsmálverjarnar betri førar fyri at átaka sær ta uppgávuna. Jens Martin og eg eru báðir komnir eitt sindur upp í árini, so tað verður ikki í allar ævur, at vit koma at standa í málinum, sigur Jákup at enda.