Jól í juli

Tey, sum gera jólapynt at selja, arbeiða alt árið runt. Í gjár var eitt av starvsfólkunum á Verkstaðnum Virkni í Sandágerði og heintaði tara

Long fyrireiking krevst til at gera jólapynt til tær vælumtóktu jólasølurnar hjá teimum ymsu verkstøðunum kring landið.
Í gjár var eitt av starvsfólkunum á Verkstaðnum Virkni og heintaði tara í Sandágerði. Hon segði, at tarin skal turkast og síðani gerast til kransar saman við ullnissum. Teir verða ógvuliga vakrir, og eru ógvuliga væl umtóktir.
Men tað er ikki altíð tað ber til at heinta tara. Hetta var onnur ferðin í ár, farið varð oman í Sandágerð eftir tara. Tá flóð er, ber ikki til, men tá tað er fjøra, er ongin trupulleiki.
Nú verður spennandi at síggja, hvat tey av Verkstaðnum fáa burturúr øllum taranum, ið heintaður varð í gjár.