Føroya Banki fyllir 100 ár og heldur rimmar føðingardagshald við gallakvøldum um alt landið í hesum døgum. Nógv verður gjørt burtur úr og talan hevur verið um nøkur serstakliga væleydnaði kvøld við skemti, tónleiki, filmi og góðum mati.
Á hesum gallakvøldum hevur bankin eisini boðað frá, at Føroya Banki hevur latið eina bók skrivað um søgu bankans. Tað eru teir báðir Jóan Pauli Joensen, professari og rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, sum hava skrivað bókina.
Bókin er í tveimum bindum. Fyrra bindið er um søgu bankans, og henda partin hevur Jørn Astrup Hansen skrivað. Seinna bindið er um samfelagsmenningina í Føroyum hesi árini føroyingar hava havt bankar, og henda partin hevur Jóan Pauli Joensen skrivað.
Um bókina kann sigast, at hon er áhugaverd á so nógvar ymsar mátar. Millum annað verður farið nágreiniliga ígjøgnum bankakreppurnar í bæði fimmti- og nítiárunum.
Har verður onki pakka inn og veruleikin verður lýstur so bersøgin, sum hann nú einaferð kann, tá tað er Jørn Astrup Hansen, ið skrivar.
Til hvørt húski
Føroya Banki ætlar, at bókin skal sendast øllum húskjum í Føroyum, og einaferð í fyrru helvt av desembermánaði kunnu føroyingar rokna við, at bókin um Føroya Banka liggur í teirra postkassa. Í so máta ber til at siga, at allir føroyingar fáa eina føðingardagsgávu og jólagávu frá bankanum í desember.
Annars er tað ikki fyrstu ferð, at føroyingar fáa eina ókeypis bók frá bankunum. Í 1982, tá Sjóvinnubankin fylti fimmti, lat bankin eisini øllum húskjum í Føroyum eina bók um bankan, men nú kunnu føroyingar so aftur gleðast um, at fáa eina bók um bankasøgu ókeypis.