Tú fekst kanska ikki júst gávuna tú ynskt tær í jólagávu, og tí gongur leiðin at býta um gávuna til okkurt annað.
Men í fysiskum handlum hava vit ikki ein lógartryggjaðan rætt at angra keypi, býta vøruna um ella fáa pengarnar aftur.
Sølumaðuri ger sjálvur av, um hann vil umbýta ella taka ímóti vøruni og hvussu leingi hesin rætturin er galdandi.
Tí er skilagott at eftirkanna, hvussu langa umhugsungartíð tú hevur, áðrenn ov seint er.
Ein gáva má vanliga ikki pakkast út ella brúkast, um tú ætlar tær at býta hana um aftur. Tú kanst kanna, hvørjar reglur handilin hevur fyri, nær ein vøra er “brúkt”, og nær hon verður mett sum “pakka út”. Er tað til dømis tá merkiseðilin verður tikin av?
Um útsøla er til dømis í januar, og tín vøra, sum tú ynskir at býta um, er á útsølu, so hevur tú kortini rætt til tað upphæddina, sum tín gáva upprunaliga varð keypt fyri.
Eitt gávukort er sum meginregla galdandi í trý ár. Tú skalt ikki góðtaka, at gávubrævið er galdandi í styttri tíð enn hetta.
Tað skrivar danska brúkararáðið í dag.