Jólamenn fara runt Eysturoynna við brandbili

Fyri at røkka allari oynni, so fara tveir brandbilar at koyra runt Eysturoynna Inni í Eysturoynni hava tey havt tað, sum ein fastan tátt at jólamenn koyra runt í oynni við brandbilum. Hetta plagar at verða tætt uppundir hvørji Jól, og koma jólamennirnir at gera tað aftur í ár.

Tiltakið hevur áður verið sera vælmótikið av bæði vaksnum og børnum.

Jólamennirnir fara at syngja, spæla tónleik og hava teir sjálvandi okkurt gott við til øll børnini.

Jólamennirnir verða frammi í teimum ymisku bygdunum í teimum ljósu tímunum. Jólabilur 1 verður á Strondum klokkan 12, á Skála klokkan 12.30, á Toftum klokkan 14, og í Runavík klokkan 15. Jólabilur 2 verður á Eiði klokkan 11.30, í Funningi klokkan 12.15, í Funningsfirði klokkan 12.45, í Oyndarfirði klokkan 13.30, á Hellunum klokkan 14, og í Fuglafirði klokkan 15.30.