Tað kann vera langligt at bíða eftir teimum kongaligu ? serliga tá ein er barn.
Í longri tíð hava børnini á Sandi ikki hoyrt um stórt annað enn ta forkunnugu vitjanina, sum teimum stóð fyri týsdagin 21. juni.
Allastaðni í bygdini hava fólk stákast í samband við vitjanina, og hevur hetta sum vera man eisini ávirkað gerandisdagin hjá børnunum.
Endiliga var so dagurin komin. Fyrr um morgunin høvdu tey borið eyga við at kongsskipið var komið á víkina, og nú kom sjóverjuskipið eisini til bryggju.
Nógv fín fólk komu í land, m.a. løgmaður og aðrir politikkarar og embætismenn. Men tað var kortini manningin umborð á tí hvíta skipinum, sum størsti spenningurin var um og størsti áhugin fyri.
Tey vaksnu kundu klára at bíða, men hvat skuldu børnini gera? Onkur heintaði blómur, sum tey kundu geva onkrum av teimum kongaligu, um høvið beyðst til tað.
Og ein drongur setti seg væl fyri á tann laðaða garðin, og skar í at syngja kenda jólasangin ?Gleðilig jól?.
Ja, hvat skal man gera, tá tey kongaligu brúktu so langa tíð at koma fram.
Serstakur frásøguháttur
Kongsskipið Dannebrog var fyrsta tekinið um, at nú var kongsvitjanin umsíðir veruleiki.
Tíðliga á morgni kom skipið á víkina, og nakað fyri kl. 9:30 sást ein lítil hvítur bátur ? ein chalupp ? nærkast lendingini á Grótteigum í bygdini.
Løtu seinni var báturin komin at flotbrúnni, ið varð løgd út til endamálið, og nú sóust tey kongaligu stíga í land og nærkast staðnum, har almenna móttøkan skuldi verða.
Tey góvu sær tíð at heilsa uppá bygdarráðslimirnar, og Mary gav sær ? sjálvandi ? eisini góða tíð at heilsa uppá børnini, ið stóðu síð um síðu á gongubreytini.
Saman við teimum kongaligu gekk borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, sum í røðu síni ynskti teimum at verða hjartaliga vælkomin til bygdina og oynna.
Hann tók útgangsstøði í ævintýrunum hjá H.C. Andersen og vísti á, at slíkar søgur eru bert dreymar hjá teimum flestu.
- Vit hava eisini ein serstakan frásøguhátt her á landi, sum enn er á lívi, og sum hevur yvirlivað í hundraðtals ár, segði hann, og vísti her m.a. til tær útgravingarnar, sum gjørdar eru í bygdini og sum vísa, at bygt hevur verið her í 800-talinum.
Eftir hesa móttøkuna fór fylgið yvir í kirkjuna, har sóknarpresturin, Jákup Reinert Hansen tók ímóti teimum kongaligu og tveir tónleikarar spældu eitt tónleikaverk eftir Sunnleif Rasmussen.
Næst á skránni var ein vitjan í hølunum hjá kommununi, áðrenn leiðin gekk víðari longur suðureftir við fyrsta steðgi í Vági.