Sum nakað nýtt, kunnu føroyingar pynta borðini við servietti við heimligum myndaevni og føroyskari jólaheilsan á jólum.
Jólaservietturin 2017 er ein úrskurður úr fotomynd, ið Ólavur Frederiksen hevur tikið av Sandavágs kirkju og jólaliga umhvørvinum rundanum.
Lítla oyggin í ánni framman fyri kirkjuna er pyntað við tendraðum jólatræi og perum.
Hetta er eitt av vøkru, stillu og køldu jólakvøldunum um ta tíðina, tá kvøldarmyrkrið vinnur á stutta dagsljósinum.
Myndaevnið lýsir væl jólini í Føroyum, og vit síggja eitt nú mótsetningarnar - myrkur og ljós - og hvussu vit kveikja ljós og fjálga um í myrku tíðini. Mánin skínur og náttúran vísir seg frá sínu bestu síðu.
Nýggju jólaserviettarnir 2017 fáast um alt landið.