"Jólashow" á himmalinum

Um tað verður klárt í nátt, verður kanska høvi at síggja eitt sonevnt "jólashow" á himmalinum.

Tað skriva heimasíður hjá amerikanska rúmdargranskingarstovninum, NASA.

Sum náttin gongur, fara mánin og jupiter at nærkast hvørji aðrari, og klokkan 01 í nátt fara planetirnar fram við hvørji aðrari við eini fjarstøðu millum báðar sum er einans tvey stig.

Bæði mánin og jupiter kunnu lættliga síggjast við einum vanligum kikara, og flotta "showið" fer at kunna síggjast - líka mikið hvar á jørðini, tú ert.

Hevur tú ein betri kikara, sært tú stormarnar rundan um jupiter og fjøll og óslættar á mánanum.