Eina stóra takk til jólamenninar og manningina á Jólaskipinum og øllum teimum, sum gjørdu skrúðgonguna til nakað serligt. Túsund takk til øll tey, sum hjálptu við at seta dám á tiltakið við Atlantic.
Í ár gjørdu vit av at stovna ein grunn, sum skal verða knýttur at Jólaskipinum. Hesin grunnur skal stuðla vælgerandi endamálum í Norðoyggjum. Í ár var avgjørt, at peningurin sum inn kom, skuldi latast til tey avvarðandi hjá Pól Eyðfinni, sála.
Tey, sum hava ætlað at stuðlað júst hesum endamáli, men ikki hava havt tíð - ella hava gloymt tað, kunnu enn stuðla við at flyta pening í Norðoya Sparikassa ella Føroya Banka. Freistin er sett til fríggjadagin 14. januar.
At enda vilja vit senda eina hjartans takk til øll tey, sum við peningi stuðlaðu Jólaskipagrunninum. Túsund takk fyri - og gott nýggjár ? øll somul.
Jólaskipagrunnurin