Jólatræið hevur uppruna í Miðaldartýsklandi

Mentanir ymsastaðni í heimi hava í fleiri enn túsund ár nýtt vetrargrønar plantur og vetrargrøn trø sum symbol fyri lívi. Eisini um okkara leiðir hevur grann og annað vetrargrønt verið nýtt sum symbol og pynt, áðrenn kristindómur rakk norður gjøgnum Evropa.

 

Søgan hjá granntrænum, ið man pynta flestu stovur í Føroyum um jóltíðir, hevur sostatt eldri søgu enn, vit vanliga geva okkum far um. Men hóast søgan er eldri, so skulu vit aftur í miðøld at finna upprunan til jólatræið, sum vit kenna tað í dag.

 

Hildið verður, at modernaði siðurin við at taka eitt træ innar í húsini á jólum hevur sín uppruna í Vesturtýsklandi, og at træið var ein leikgripur í miðaldarleiki um Adam og Evu. Træið varð tikið innar 24. desember og skuldi symbolisera eitt træ í Paradís.

Upprunaliga varð altarbreyð hongt á træið, men við tíðini varð altarbreyð skift út við bakaðar kakur av ymsum slag. Livandi ljós vórðu eisini sett á træið, ið skuldu symbolisera Jesus Kristus sum heimsins ljós.

Saman við trænum varð eisini ein pyramida, aloftast úr timburi, ið varð prýdd við granni, kertuljósum og stjørnu í erva. Hildið verður, at í 16. øld eru pyramidan og træið vorðin til eitt og sama pynt: Jólatræið.

Í 18. øld var siðurin við jólatrøum vanligur í Týsklandi, og týskir emigrantar til USA hava eisini tikið siðin við sær hagar.

Jólatræið fekk undirtøku í Stórabretlandi miðskeiðis í 19. øld, tá prinsgemalurin, Albert Prinsur, ið varð av týskari aðalsætt, gjørdi nógv burtur úr at pynta jólatræ.