Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima hjá okkum í Hirtshals saman við børnunum og teirra makum.
Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?
- Ja, avgjørt. Vit plaga at møtast øll systkini hjá mær við familju 1. jólakvøld, men tað verður av ongum vegna koronu.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Jólaaftan hava vit dunnu og fleskasteik, 1. jóladag verður tað stokt lambskjøt, 2. jóladag verður tað ræst kjøt, og 3. Jóladag verður tað røst súpan.
Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?
- Ja, dóttirin og eg plaga at fara ein dag í býin, tá hon fær frí, og tá plagi eg at keypa tær seinastu jólagávurnar.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava altíð havt stóran týdning fyri meg. Síðan eg flutti niður, hava vit altíð byrjað jólini við at fara í kirkju jólaaftan, sigur Grækaris Djurhuus Jacobsen, sum ynskir øllum - vinum og kenningum - her heima í Føroyum eini gleðilig jól.