Jólini nógv at týða fyri meg

- Stórir partar av okkara jólatraditiónum verða ikki stórvegis ávirkaðar av koronu, sigur Andrias Magnussen.

 

Hvar verða jólini hildin í ár?

- Á jólum ferðast vit altíð ímillum Klaksvík og Nes. Í ár verða vit á Nesi jólaaftan og so til Klaksvíkar jóladag.

Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?

- Stórir partar av okkara jólatraditiónum verða ikki stórvegis ávirkaðar av koronu. Tó, so plagar familjan at samlast til ein stóran familjudøgurða 2. jóladag. Hesin døgurðin verður av ongum í ár. 

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?

- Í barnaheiminum á Nesi er siður jólaaftan at eta ræstan fisk á døgurða og rísingreyt til nátturða. Seinni um kvøldið eta vit breyð við føroyskum viðskera. Jóladag fáa vit ein góðan døgurða í Klaksvík, og 2. jóladag fara vit at eta ræst kjøt á Nesi. 

Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?

- Konan er sera røsk, og hon keypir allar jólagávurnar. Eg keypi jólagávuna til hana, og hon er keypt.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava nógv at týða fyri meg og eru ein hugnalig tíð saman við familju og vinum. Á jólum minnast vit, at Jesus varð føddur. Í allari jólastákanini er umráðandi, at vit minnast hetta. Gud sjálvur gjørdist ein av okkum fyri at bjarga okkum úr tí neyð, vit vóru í. Jesus er okkkara bjarging, sigur Andrias Magnussen.