Júmen, tjóðveldið hevur danskan limaskap í Norðurlandaráðnum!

- og hví allatíðina renna undan samleikanum heldur enn opið og erligt, andlit til andlit at siga sum er?

Øssur D. Jacobsen
????????????????

Høgni Hoydal var nú skjótur í blekkhúsið at bera í bøtuflaka fyri, at hann er danskur varalimur í Norðurlandaráðnum.
Tað er áhugavert, hvørjum hann nú tænir. Løgtingið valdi so aðrar í sessin at umboða Føroyar.
At HH eisini er í politiskum skrásettum parlagi við Eindarlistan er ikki so nógv at siga um. Tjóðveldið luttekur allastaðni uttanlanda við uttasta vinstra. Tað er ikki so langt síðani, at fremsti gestarøðarin á landsfundi hjá Vinstri-Grønu í Íslandi var tjóðveldismaður, nevniliga Torbjørn Jacobsen, verji floksins fyri Fidel og Che.
At so HH nú kókar alt niður til tekniskt samstarv á danatingi eru kávalótir. Eingin hevur forðað tjóðveldinum farnu mansaldrarnar at samstarva aðrar vegir, men tað hevur ongantíð verið aktuelt - av givnum orsøkum, sjálvsagt. Nú er so HH varalimur fyri Line Barfod úr Eindarlistanum. Sjáldsom "teknisk" varalimaskipan má sigast, har varalimurin, sambært HH, ger av, nær hann møtir. Vanliga møta varalimir bara, tá valdi limurin hevur forfall.
Einki varð avdúkað undan fólkatingsvalinum í 2001. Síðani hevur Tjóðveldið:
?givið seg undir (undirskrivaði) donsku grundlógina,
?saman við norðuratlantsbólkinum tryggjað sær milliónaupphædd úr danska ríkiskassanum (annars hevði flokkurin kanska verið farin á húsagang),
?verið í valsamgongu við m.ø. SF (sosialistunum), Eindarlistanum (gomlu kommunistunum),
?osfr.

Sagt verður, at Tjóðveldið ikki atkvøður í fólkatinginum. Men tað er fupp. Tað ber snøgt sagt ikki til at vera uttanveltaður í parlamentariskari forsamling.
Tí, velur tú ikki at atkvøða, ja, so stuðlar tú meirilutanum. Sama skipa-n sum í løgtinginum.
Einasti máti ikki at blanda seg í danskan politikk er at halda seg burtur haðani.
HH sigur í blaðgreinini, at undirritaði er fyrrverandi løgtingsmaður. Ja, rætt er tað. Munurin er bara, at í teimum døgum vóru tjóðveldismenn so frægir, at teir stóðu við sínar sosial-istisku loysingarhugsjónir. Men einki er broytt - gamalt vín á nýggjar fløskur.
Allir flokkar á løgtingi samstarva við flokkar aðrastaðni, so hví kann Tjóð-veldið ikki siga sum er? Opið og erligt, andlit til andlit, sum tikið plagar at vera til.