Skjótt 29 ára gamli Jón Nielsen er annars best kendur frá flogbóltinum, har hann í fleiri ár hevur verið ein av fremstu spælarunum í landinum.
Á fótbóltsvøllinum hevur hann ikki gjørt eins nógv um seg, men hann hevur verið millum berandi kreftirnar hjá bæði SÍ, FS Vágum/07 Vestur og AB.
Nú skal hann tó fyri fyrstu ferð royna seg hjá einum av teimum stóru. Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, váttar, at øll pappírini viðvíkjandi flyting av spæliloyvinum eru send FSF, og tó at sáttmáli enn ikki er undirskrivaður, so bendir hetta væl og virðiliga á, at maðurin ætlandi skal styrkja um verjupartin á besta HB-liðnum.