Jón og Jan venja kvinnurnar hjá B36

Tað verða Jón Simonsen og Jan Poulsen, sum koma at standa á odda fyri B36 kvinnunum

Jón Simonsen verður høvðusvenjari hjá Betri deildini hjá kvinnum hjá B36 komandi kappingarár. Hann tekur við eftir Súna Olsen, sum hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram. Hjálparvenjari verður Jan Poulsen.

- Tað verða Jón Simonsen og Jan Poulsen, hjálparvenjari, sum koma at standa á odda hjá Betri kvinnunum hjá B36 í 2021. Báðir hava drúgvar royndir í venjarayrkinum. Jón mest á mannfólkasíðuní, meðan Jan nú í nøkur ár hevur verið knýttur at gentu- og kvinnusíðuni hjá B36, boðar felagið frá.

Tað eru nýggjar avbjóðingar í Betri deildini hjá kvinnum. Víkingur er farið úr samstarvinum, ÍF/Víkingur/B68, sum eisini bleiv rópt ÍVB, og stillar við egnum liði. AB/B71 vann sum felagslið næstbestu deildina, og ætlar at taka dystin upp við hini í Betri deildini.