Ein føroyskur fótbóltsspælari hevur í hesi vikuni møguleika at vera við í europeiskum fótbóltsdysti. Tað er Jón Rói Jacobsen. Hann telist millum teir átjan AaB spælararnar, sum mikumorgunin fóru úr Aalborg og til London.
Ørindini eru at spæla UEFA Cup uppgerð á White Hart Lane ímóti Tottenham Hotspur FC. Dysturin verður hóskvøldið klokkan 20.45.
Lítil ivi man vera um, at svenski AaB venjarin, Erik Hamrén fer at halda seg til teir spælararnar, sum higartil í hesum kappingarárinum hava staðið seg so sera væl. Tað vil við øðrum orðum siga, at Jón Rói Jacobsen verðu ein av eykamonnunum, sum fara at siga á beinkinum og bíða eftir, at tað møguliga skal verða brúk fyri teimum. Súni Olsen hevur ikki fingið boð um at vera við á hesum túrinum.
Hóast tað hevur verið soltið hjá Tottenham higartil í hesum kappingarárinum, so verður bitin hjá AaB ógvuliga stórur. Í Aalborg verður roknað við, at talan verður um eina tí størstu avbjóðingina, sum AaB nakrantíð hevur staðið andlit til andlit við.
AaB venjarin sigur, at hann og spælararnir gleða seg til ógvuliga stóru avbjóðingina.
- Tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvussu vit fara at megna hesa uppgávuna. Avbjóðingin kennist at vera av heilt øðrum slagi enn hinar, sum higartil í heyst hava verið á UEFA Cup skránni. Vit mugu rokna við, at eitt eingilskt lið alla tíðina fer at spæla við øgiligari ferð, og at teir frá fyrsta bríksli fara at leggja stórt trýst á okkum. Um vit yvirhøvur skulu hava nakran sum helst møguleika, so skulu allir ellivu á vøllinum spæla yvir evni alla tíðina, staðfestir Erik Hamrén, og hann heldur fram:
- Vit rokna avgjørt við, at tað skal eydnast hjá okkum, og tá ið tú roknar við, at tað fer at roynast væl, so er talan sjálvsagt um ein møguleika. At tað kann bera til, um tað á pappírinum ikki sær nakað serligt út, hava vit víst fyrr í ár, staðfestir bjartskygdi AaB venjarin, sum er ógvuliga væl sæddur í Aalborg.