Í morgin, fríggjadagin 6. september kl. 16, letur Jóna Rasmussen upp framsýning í Galerie Focus í Havn.
Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðrastaðni.
Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum, frá tónleiki, elementið er ofta vatn, og hon ger eisini abstraktar myndir.
Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum.
Framsýningin hjá Jónu Rasmussen í Galerie Focus í Gríms Kambans Gøtu 20 í Havn verður frá 6. til 21. september, og opið er týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18, leygardag kl. 16 til 18.
Fernisering verður fríggjadagin 6. september kl. 16 til 18.