Jónas Tór Næs slapp at spæla allan dystin, og Kaj Leo í Bartalsstovu sat á beinkinum allan dystin, tá lið teirra ÍBV vann 1-0 á Víkingi Reykjavík á heimavølli úti í Heimey í dag.
Álvaro Montejo skoraði sigursmálið fyri vestmannaeyingar longu tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. 575 áskoðarar sóu dystin á Hásteinsvøllinum á Heimey.
Talan er um fyrsta sigurin hjá ÍBV í ár, og eru "eyjamenn" nú fýra stig frá botninum. Komandi dystur hjá ÍBV verður á Ólafsfjørðinum ímóti Víkingi Ólafsfirði.
Í annaðkvøld spæla FH og Gunnar Nielsen oddadyst ímóti Vali á útivølli.
Støðan í íslendsku pepsideildini:
1 | Stjarnan | 3 | 2 | 1 | 0 | 10:3 | 7 |
2 | KA | 3 | 2 | 1 | 0 | 7:3 | 7 |
3 | Valur | 2 | 2 | 0 | 0 | 6:2 | 6 |
4 | KR | 3 | 2 | 0 | 1 | 5:4 | 6 |
5 | FH | 2 | 1 | 1 | 0 | 6:4 | 4 |
6 | Grindavík | 3 | 1 | 1 | 1 | 5:6 | 4 |
7 | Fjölnir | 3 | 1 | 1 | 1 | 1:2 | 4 |
8 | ÍBV | 3 | 1 | 1 | 1 | 1:5 | 4 |
9 | Víkingur Ólafsfjørður | 3 | 1 | 0 | 2 | 4:5 | 3 |
10 | Víkingur Reykjavík | 3 | 1 | 0 | 2 | 3:4 | 3 |
11 | ÍA | 3 | 0 | 0 | 3 | 5:10 | 0 |
12 | Breiðablik | 3 | 0 | 0 | 3 | 2:7 | 0 |