Jónas Tór og ÍBV fingu bank á heimavølli

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk ikki nakra spælitíð í dag

Jónas Tór Næs fekk 76 minuttir á miðvøllinum hjá ÍBV, tá eyjamenn á heimavølli á Hásteinsvøllinum úti í Heimey á Vestmannaoyggjunum í dysti í pepsideildini taptu 1-4 ímóti gamla felagnum hjá Una Arge og Julian Johnsson, Akranes. Kaj Leo í Bartalsstovu slapp slettis uppí part í dag, men mátti sita á beinkinum hjá ÍBV allan dystin.

 

Akranes kom á odda beint undan steðginum, og økti til 2-0 tá bert tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men longu tveir minuttir seinni minkaði Pablo Punyed um munin til 1-2, og ÍBV var inni í dystinum aftur.

 

Seinastu løtuna gekk tó púra galið hjá ÍBV. Tá níggju minuttir vóru eftir fekk Hafsteinn Briem sítt seinna gula kort, og bleiv harvið vístur av vøllinum. Akranes gagnnýtti yvirtalsstøðuna við at skora til bæði 3-1 og 4-1, og fingu skagamenn trý góð stig við sær aftur til meginlandið. 

 

Komandi dystur hjá ÍBV verður ímóti Vali á útivølli. Dysturin verður spældur á Valsvølli, sum er gamli heimavøllurin hjá Jónasi, sunnudagin 4. juni. Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH spæla á útivølli ímóti KR í annaðkvøld. 

 

Støðan í pepsideildini: 

 

1Stjarnan4310 12:410
2Valur4310 9:410
3KA5   221 10:78
4Grindavík4211  8:87
5Fjölnir42113:37
6ÍBV52125:97
7KR42026:66
8FH41218:75
9Víkingur Reykjavík51137:94
10Akranes510411:143
11Breiðablik41035:93
12Víkingur Ólafsvík41034:83