Jónas Tór Næs var við frá byrjan, og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk góðar 10 minuttir á vøllinum, tá lið teirra, ÍBV í dysti í íslendsku pepsideildini vann 3-0 á Vìkingi í Ólafsvík.
Álvaro Montejo legði ÍBV á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá 10 minuttir vóru eftir gjørdi heimaliðið sjálvmál, og heilt ímóti dystarenda staðfesti Arnór Gauti Ragnarsson sigurin við at skora til 3-0. Kaj Leo í Bartalsstovu átti uppleggið til málið. Í vikuni skoraði kaj Leo eisini í steypakappingin, og so er at vóna, at tað hevur styrkt um støðuna hjá honum.
Talan er um annan sigurin á rað hjá "eyjamonnum" í pepsideildini, sum ÍBV verða nevndir millum manna.
Komandi leygardag tekur ÍBV ímóti Akranesi á Hásteinsvøllinum úti á Heimey.
Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH spæla í annaðkvøld á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum ímóti Fjølnir.
Støðan í pepsideildini:
1 | Stjarnan | 4 | 2 | 2 | 0 | 11:4 | 8 |
2 | KA | 4 | 2 | 2 | 0 | 8:4 | 8 |
3 | Valur | 3 | 2 | 1 | 0 | 7:3 | 7 |
4 | ÍBV | 4 | 2 | 1 | 1 | 4:5 | 7 |
5 | KR | 3 | 2 | 0 | 1 | 5:4 | 6 |
6 | FH | 3 | 1 | 2 | 0 | 7:5 | 5 |
7 | Grindavík | 3 | 1 | 1 | 1 | 5:6 | 4 |
8 | Fjölnir | 3 | 1 | 1 | 1 | 1:2 | 4 |
9 | Breiðablik | 4 | 1 | 0 | 3 | 5:8 | 3 |
10 | Víkingur Reykjavík | 4 | 1 | 0 | 3 | 4:7 | 3 |
11 | Víkingur Ólafsvík | 4 | 1 | 0 | 3 | 4:8 | 3 |
12 | ÍA | 3 | 0 | 0 | 3 | 5:10 | 0 |