Jónhard var kløkkur

Sjálvur hevði framherjin als ikki roknað við møguleikanum, sum hann fekk boð um leygarmorgunin

Fótbóltstos

Basel, Sveis: - Hasum hevði eg ikki roknað við. Men eg setti mær bara fyri, at nú mátti eg gera mítt allarbesta.
Soleiðis svaraði Jónhard Frederiksberg, sum kanska var ein av fáu føroyingunum, sum kundi smílast eitt sindur eftir dystin. Boðini um uppstillingina hevði hann fingið frá venjaranum um morgunin, og hann viðgekk, at hann var eitt sindur kløkkur.
- Eg mátti so bara seta meg upp til dystin sum frægast, og so vóna tað besta.
Nú endaði dysturin við einum greiðum tapi, men av føroysku leikarunum var Jónhard avgjørt í frægara endanum, og sjálvur helt hann so heldur ikki, at hann hevði spælt seg av liðnum.
- Har var ein øgiligur hiti, og vit skuldu renna nógv, so tað var strævið. Men eg haldi kortini, at tað var á eini leið, sjálvt um 6-0 sjálvandi ikki er nakað nøktandi úrslit. Tann parturin kundi so gingið betri.
Verður tann parturin betri mikudagin?
- Tað vóni eg. Í øllum førum mugu allir, sum tá byrja inni, fara út at gera sítt besta, og so fáa vit at síggja, helt altso Jónhard Frederiksberg at enda.