Jónina og Robin í NM í morgin

Í morgin, leygardagin, skulu tey bæði Jónina Tegeder og Rob­in Jønsson luttaka í NM í fit­ness.??Kappingin fer fram í Hern­ing Kongrescenter.

39 ára gamla Jónina Teg­e­der og 22 ára gamli Rob­in Jønsson gjørdust før­oy­ameist­ar­ar í fitness fyri ein­um lítl­um mán­aði síð­ani, tá skip­að varð fyri FM í fitness í Norð­ur­landa­hús­i­num­. Hetta var tann fyrsta kapp­ingin av sín­um slag í Føroyum.
Umframt at kunna kalla seg tey bestu í Før­oy­um innan fitness, var part­­ur av vinn­ing­i­num at sleppa at lut­taka í norð­ur­land­a­meist­ar­­a­­skap­­­i­num í fitn­ess.
Robin Jønson er í bólk­i­num +175 cm, og Jónina Teg­e­de­r er í bólkinum +163 cm. Bæði skulu tey dystast ímóti Svør­íki og Noregi.
Til ber at streama kapp­ing­ina á heimasíðuni bodyboster.dk. Kappingin byrj­ar klokkan 08.00 før­oyska tíð.